Tað var sjokkstemningur í Miðvági seinnapartin í dag, tá Rás2 og Portalurin vitjaðu á virkinum hjá Fiskavirking Tað kom púra óvart á sovæl leiðslu og starvsfólk, tá stjórin í Føroys Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, kunnaði starvsfólkið á virkinum hjá fyritøkuni í Miðvági um avgerðina um, at virkið letur aftur, tá summarfrítíðin byrjar.
Skelkurin var so mikið stórur, at hvørki leiðsla á virkinum har vesturi ella álitisfólk høvdu hug at gera samrøður ella viðmerkingar til Rás2 og Portalin.
Starvsfólkið hevði fingið í boði, at fara til hús restina av degnum við løn, og tað høvdu so at siga øll valt at taka av. Bert nøkur fá vóru eftir at gera arbeiðið liðugt, sum var í gongd.
Sum myndin vísir, stóð skerihøllin mest sum gapandi tóm klokkan gott trý í dag, og um áleið fýra vikur verður høllin so manntóm frameftir.
So dagurin, sum væl fyri tey flestu á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági byrjaði væl, endaði sum ein marra.