Miðvágur: Reint drekkivatn til fólkið

Miðvágs kommuna fer eisini í framtíðini at gera sítt til at fólkið, bæði í Miðvági og í Vatnsoyrum kann hava reint drekkivatn. Tey seinnu árini hevur kommunan lagt stóran dent á at fáa reint drekkivatn í Miðvági, har nógv fiskaframleiðsla er. Higartil er reinsiverkið skifti út, men neyðugt er kortini at gera ábøtur á inntøkini við tveimum av áunum í bygdini.

Í hini bygdini í kommununi - í Vatnsoyrum - er vatngóðskan ikki nóg góð, m.a. tí at vatnið ikki verður sóttreinsað.

- Haraftrat er brunnurin gamal og fer neyvan at halda leingi aftrat, verður sagt úr kommununi.

Bygdaráðið arbeiðir við hesum málinum, og hevur fingið játtan frá Búnaðarstovuni um eitt øki at seta bæði ein vatnbrunn og eitt reinsiverk á.