Tað er lýsingarfyritøkan Sansir, ið hevur ment síðuni saman við Miðvágs kommunu. Á heimsíðuni skrivar kommunan, at tey hava arbeitt væl og leingið við heimasíðuni, og at tey vóna, at fólk fer at nýta hana nógv. Á heimasíðuni liggja upplýsingar um ymiskt og hvat, umframt umsóknarbløð, kort av kommununi og ymiskt annað.