Beinta úr Miðvági vann á Vágsfirði róðurin millum 5-mannaførini við gentum. Tað ber við sær, at kappingin er vorðin uppaftur tættari millum gentubátarnar.
Róðurin var rættuliga skiftandi. Sílið fekk besta startin, men tað var skjótt, at Falkur legði seg á odda, og eina løtu var Sílið afturi á fjórða plássinum.
Tá ið hálvt málið var rógvið, legði Beinta seg á odda, og genturnar úr Miðvági megnaðu at halda allar hinar aftanfyri seg.
Úrslitið ber við sær, at tað er púra javnt í FM kappingini millum Beintu og Falkin.
Úrslit
1 Beinta 05:17.16
2 Sílið 05:19.05
3 Falkur 05:21.14
4 Ørnin 05:23.13
5 Tjaldrið 05:31.09
6 Tambar 05:32.24
7 Silja 05:40.04
Støðan
1 Beinta 24
2 Falkur 24
3 Sílið 23
4 Tjaldrið 14
5 Ørnin 13
6 Silja 7
7 Tambar 5
8 Fípan Fagra 2










