Miðsummarhaldið í Klaksvík

Tíðindaskriv

Leygardagin verður miðsummarhaldi, Náttúran og Menniskjað, hildið í Klaksvík
Miðsummarhaldið »náttúran og menniskjað« í Klaksvík verður hildið nú leygardagin 22. juni.
Tað eru skótaliðini í Klaksvík og Norðoya Fornminnafelag, sum skipa fyri tiltakinum.
Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 14 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur.
Kl. 19 verður miðsummarrøðan, og í ár verður tað Rani Nolsøe, býráðslimur, ið fer at halda røðuna.
Eisini verður sungið úr sangheftinum, og aftaná tendra skótarnir bál niðri í fjøruni.
? Sum er sigur hann frá hampiligum veðri, tó ikki so lýtt, sum tað hevur verið seinastu tíðina, men vónandi viðrar tað leygardagin.
Tó so, tað verður ivaleyst veður at fara ein gongutúr út í náttúruna. Hvaðar farið verður er ikki fastlagt, men verður tað upplýst undir fundinum, sigur Norðoya Fornminnafelag í tíðindaskrivi.