? Tað má sigast, at tað hevur viðrað stak illa at kunna skipa fyri nøkrum uttandurða í Klaksvík hesar dagarnar um miðsummarleitið, tí vit hava havt alt annað enn summarveður. Í veðurforsagnunum sær tó sær út til at ein glotti verður nú fríggjadagin, og er tí avgjørt at taka henda dagin til hetta tiltak, siga Norðoya Fornminnafelag og Skótaliðiðini í Klaksvík.
Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur.
Klokkan 19 verður miðsummarrøðan, og í ár verður tað Kári Purkhús, studentaskúlalærari, ið kemur at halda røðuna.
Eisini verður sungið úr sangheftinum.
Verður veðrið til tað verður farið ein gongutúr út í náttúruna, har øll eru vælkomin at vera við. Hvar farið verður verður upplýst á fundinum.
Tað eru skótaliðini í Klaksvík og Norðoya Fornminnafelag, sum skipa fyri tiltakinum við stuðli frá Klaksvíkar kommunu, og ynskja tey øllum vælkomnum til miðsummarhaldið í Klaksvík.