Miðsummarhald í Klaksvík

TíÐindaskriv frá Norðoya Fornminnafelag<DPTAB>     og <DPTAB>    Skótaliðunum í Klaksvík

Aftur í ár, fimtanda árið á rað, verður miðsummarhaldið ?náttúran og menniskja? í Klaksvík. Haldið verður nú leygardagin 21. juni, og eru tað skótaliðini í Klaksvík og Norðoya Fornminnafelag, sum skipa fyri tiltakinum við stuðli frá Klaksvíkar kommunu.
Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 14 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur. Kl. 19 verður miðsummarrøðan, og í ár verður tað Jórun Høgnesen, mentanarnevndarformaður í Klaksvíkar bðráð, ið kemur at halda røðuna. Eisini verður sungið úr sangheftinum við stuðli frá Hans Michael Christiansen og øðrum. Aftaná tendra skótarnir bál niðri í fjøruni.
Sum siður er verður at enda farið ein gongutúr út í náttúruna. Í ár er ætlanin at ganga úr Grøvini niðan á Myrkjanoyarfjall, sum skuldi verið ein hampuliga lættur túrur hjá teimum flestu.

Veðurvánirnar fyri leygardagin eru hampuliga góðar, útnyðringur við sól, 9-11 stig, lítil vindur og kanska okkurt æl, so veðrið til at halda tiltakið verður ivaleyst gott.
Vælkomin til miðsummarhaldið í Klaksvík.