Miðsummargrill yviri við Strond

Tíðindaskriv

Áhugafelagið Føroya Ellisakfør skipar leygardagin 23. juni fyri "Miðsummargrill" uttan fyri felagshølini yviri við Strond í Havn. Tiltakið byrjar kl. 17.00 og er fyri limir felagsins við húski.


Eirikur Ó. Simonsen, formaður í felagnum, sigur at hann vónar at undirtøkan verður góð, og at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, ið kann verða við til at samansjóða limirnar felagsins.