Aftur í ár fara skótarnir í Hvalvík og á Streymnesi at skipa fyri miðsummarbáli við fótbóltsvøllin á Streymnesi. Bálið verður tendrað tann 29. juni klokkan 20.30.
Á skránni verður felagssangur við harmoniku, og røða verður hildin. Harumframt fara skótarnir at selja pylsur, sum kunnu steikjast við eldarnar. Høvi verður eisini at keypa sær ein kaffimunn við onkrum ábiti afturvið.
Fyrireikararnir heita á fólk um at taka grønu sangbók við.