Her á okkara leiðum verður miðsummar ikki hildið á sama hátt, sum í grannalondunum Svøríki og Finnlandi. Her kenna vit til jóasøkuhald og Sankt Hans bálið.
Í Finnlandi og serliga Svøríki er miðsummar ein høgtíð, har fólk hava frí frá arbeiði, og nógv verður fyrireikað av mati, pynti og klæðum.
Øll svensk bløð eru í hesum døgum full av góðum uppskriftum upp á miðsummarmat og drykk, og klæðini skulu í ár verða hvít við blondum á. Í hárinum skulu kvinnurnar helst hava ein blómukrans.
Longsta dag
Miðsummar verður hildið fyri at hátiðarhalda longsta dag á árinum.
Miðsummarnáttin hevur frá gamlari tíð verið gandakend, og nógvastaðni í Svøríki eru tað enn kvinnur, sum savna sær sjey sløg av blómum saman, leggja tær undir koddan, og vóna so at droyma um komandi mannin, sum søgnin sigur at ein skal.
Líka sum jólini hava sítt jólatræð, so hevur miðsummar sína miðsummarstong. Tað er ein træstong við nøkrum træarmum, ið verða klæddir við leyvið og blómum, og kransar hongdir á.
Tá sildin, eggini, tey smáu eplini og snapsurin er farin niðurum, verður sungið og dansað rundan um stongina.
Stongin verður nú á døgum bara brúkt sum pynt, men fyrr í tíðini reisti man stongina sum eitt tekin uppá fruktbæri.
Veðrið til miðsummar er sera týdningarmikið. Miðsummarhaldið er fyri tað mesta uttandura og tí er ógvuliga keðiligt um regnið oysir niður sum tað ofta ger til miðsummar. Veðurfrøðingar verða bidnir um at spáa veðrið fleiri vikur frammanundan, og gitingarnar eru nógvar alla vikuna áðrenn miðsummar.
Í flestu stóru støðum í Svøríki skipa kommunurnar fyri miðsummarhaldi har túsundatals fólk savnast. Nógv eru í fólkadrakt og tónleikur verður spældur.
Eisini savnast nógv fólk saman í summarhúsum og eta og drekka náttina langa. Myrkt verður bara eina løtu til sólin sær aftur, og festin kann fortseta...










