Miðstaðarøkið skal setast í gongd

- Ein partur av fiskastykkinum skal varðveitast, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

- Í næstum verður ætlandi byrjað upp á skipan av miðstaðarøkinum í Vestmanna. Byrjað verður á fiskastykkinum oman fyri Bakkaveg - millum Skálaveg og Gjógvará.

Tað vita tey í Vestmanna kommunu at siga í dag.

Vist verður á, at á fiskastykkinum skal gerast parkeringspláss, samstundis sum roynt verður at varðveita part av økinum sum fiskastykki. - Tveir parkeringsgeirar skulu gerast, ein framvið Bakkavegi og ein framvið Skálavegi við ávikavist seks og fimm parkeringsplássum.

Ætlanin hjá Vestmanna kommunu er, at gongubreyt skal gerast framman fyri parkeringsgeirarnar, og gongugøta skal gerast niðan við Gjógvará og haðani út í Skálaveg.

- Ætlanin byggir á at útjavna hallið frá Skálaveg, inn á parkeringsgeiran og inn á fiskastykkið. Flatan frá hvørjum einstøkum parkeringsbási heldur fram inn á fiskastykkið við hæddarspæli og bríkum í vallaðum lendi.

Lagt verður aftrat, at træbenkur kunnu setast eftir laðaðu kantunum til fólk at sita á, og tað fer eisini at bera til at sita á laðaðu kantunum. - Laðingin niðan við Gjógvará verður varðveitt, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

##med2##