Miðspjaðing og betri miðfyrisiting

Tinghellan fer at hyggja nærri eftir valskráum flokkana. Hetta verður gjørt soleiðis, at vit velja nøkur evni, kannað verður síðani, hvørja ásjón flokkarnir hava og hugt verður eftir evninum frá ymsum síðum.

Tinghellan ? úr valskráum
Bogi Eliasen




Fyrsta evni er miðspjaðing og hvønn bygnað miðfyrisitingin skal hava. Landið rekur ella fíggjar umframt miðfyrisitingina eisini aðra fyrisiting og stovnar.

Bæði evnini eru áhugaverd, men tey hoyra saman, tí hava vit valt at hyggja at teimum saman. Samferðslunetið hevur somuleiðis stóra ávirkan á hesar møguleikar. Í stuttum kann sigast, at allir flokkarnir í síni valskrá, uttan Sjálvstýrisflokkurin, nevna, at samferðslunetið skal byggjast út. Sjálvstýrislokkurin nevnir ikki hetta mál í valskránni.

Greinin tekur støði í valskráum flokkana, og ikki hvat valevni annars føra fram aðrastaðni.

Allir flokkarnir tykjast verða samdir í, at Landsstýrið er spjatt í ov nógv aðalráð og at ein samanlegging kann verða við til at rationalisera og gera almennu fyrisitingina bæði bíligari og betri.

Hvat siga flokkarnarnir í valskráunum

A Fólkaflokkurin
Leggja tænastur nærri borgaranum og tillaga almennu umsitingina. Kommunurnar stuðlaðar til at leggja saman í størri eindir, fyri at betra um fíggjarligu og fyrisitingarligu støðuna.

B Sambandsflokkurin
Nærdemokratiið styrkjast við at fleiri egnað málsøki so við og við verða løgd til kommunurnar.
Aðalráðini skulu umskipast og samanleggjast, soleiðis at tey verða færri.

C Javnaðarflokkurin
Almen størv til útjaðaran
6 aðalráð og ein kunningardisk
størri kommunalt samstarv

D Sjálvstýrisflokkurin
Einki einki beinleiðis um evni, men nevnir økt innlit og KT

E Tjóðveldisflokkurin
Miðfyrisitingin skal rationaliserast og effektiviserast við at leggja deildir saman
Skúlar og mentan kring landið. Hvørt øki í landinum skal hava sín depil til mentan, útbúgving og gransking.

M Miðflokkurin
Bygnaðarlig endurskoðan.
Tryggja effektiva uppgávuloysn í tøttum samarbeiði millum stovnar og verk.
Miðspjaðing.

K Hin Stuttligi flokkurin
Jóhan Dalsgaard hevur onga almenna valskrá.

Soleiðis eru allir flokkarnir, Sjálvstýrisflokkurin nevnir einki um evni og er undantikin, samdir í, at miðfyrisitingin skal umskipast og at almennar uppgávur og/ella størv í størri mun skula verða uttanfyri høvuðsstaðin.

Hvat er miðspjaðing ?

1.størri uppgávur til kommunurnar ? decentralisering ? merkir at kommunurnar fáa málsøki landið hevur í dag.

2.leggja deildir av almennum stovnum til útøkir - dekoncentrering ? merkir at ein ella fleiri deildir av einum almennun stovni, sum hevur brúk fyri at verða nærri borgaranum, verða lagdar kring landið, t.d. økisskrivstovurnar hjá Toll og Skat

3.heilar stovnar ella partar av stovnum til onnur økir , spjaðing av almennum uppgávum ? t.d. Skipaeftirlitið, Skipasýnið og Sjóvinnufyrisitingin, sum bleiv flutt til Vágarnar, og er ein partur av Fiskimálaráðnum. Almanna- og Heilsuskúlin í Suðuroy er dømi um útbúgvingarstovn.

Rationalisering av miðfyrisitingini

Ber tað til at rationalisera miðfyrisingina og leggja partar av henni út til onnur øki?

Verður meira hugsað um heilar stovnar, sum kanska ikki eru partar av sjálvari miðfyrisitingini, skuldu tað verið møguligt, tí tað er eingin nátturulóg, at alt skal liggja í høvuðsstaðnum.


Um sjálv miðfyrisitingin (aðalráðini ella ráðharrastovurnar) skal rationaliserast og leggjast saman, er tað so torført at sameina við eina miðspjaðing? Her verður hugsað um partar av sjálvari miðfyrisitingini. Um miðfyrisitingin skal verða smidlig, og aðalstýrini skula kunna brúka hvønn annan uppá tvørs og hava neyvt samstarv, verður en geografisk spjaðing ein forðing. Miðfyrisitingin hevur t.d. brúk fyri at fundast, og hittast javnan fyri at samstarva.

Tað er trupult at leggja stovnar uttanfyri miðstaðarøkið, sum fólk ofta skulu til, tí tað gerst longri hjá fleiri borgarum. Stovnar har persónliga samskiftið ikki er tað mesta, og har samskifti við viðskiftafólk kann fara fram um teldu, telefon fax ella bræv, eiga tó at kunna leggjast uttanfyri høvuðstaðin í ávísan mun.

Heilir útbúgvingarstovnar kundu verið uttanfyri høvuðstaðin. Her mugu vit, tí vit eru fáment, tó hugsa um, at lærustovnar í mest møguligan mun gagnnýta hvønn annan við útgerð, hølum og lærararum, um ynski er, at hetta skal haldast á einum lágum kostnaðarstøðið. Soleiðis skulu vit helst hava heilar stovnar ella skúlar innanfyri eitthvørt serøki savnaðar, og síðani meta um hvar teir skulu liggja. At flyta heilsuskúlan, men ikki samstundis skúlan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum (sjúkrasystrum), ella fiskivinnuskúlan, men ikki fiskiransóknarstovu og náttúruvísindadeild, skipaeftirlit, men ikki alla fiskivinnuumsitingina, eru trini dømi um slíkar hálvar flytingar.

Føroyski leisturin kundi verið

Tøknin ? partvíst heimaarbeiðspláss, partvíst í høvuðstaðnum

Møguleiki at búgva uttanfyri høvuðsstaðin, arbeiða 2-3 dagar í Havn og restina heima. Gevur eisini t.d suðringum møguleika at arbeiða í Havn, men búgva í Suðuroy. Styrkir lokalsamfelagið. Tekur kanska trýsti av leigu-og húsaprísum í Havn og barnaansingartrupuleikanum. Gevur eitt meira fjølbroytt samfelag, har vit varðveita bygdamentanina í einum nýggjum leisti. Við teimum møguleikum tøknin gevur í dag, eigur at bera til at hava partvíst heimaarbeiðspláss. Við hesum leisti kunnu fólk, ið hava nomið sær útbúgving búgva í bygdini tey eru frá, verða partur av bygdasamfelagnum og nærri familjuni.

Um vit fara at spjaða miðfyrisitingina um alt landið, kann eitt av negativu hjáarinunum verða at :

Samfelagsmenningin og lokalpolitiska spæli í Løgtinginum fer at snúgva seg um at fáa almenn arbeiðspláss til sína bygd og/ella valdømi, í størri mun enn ídag , ístaðin fyri at menna eina betri fyrisiting. Soleiðis koma vit skjótt í eina ringrás, at hvørja fer eitt øki hevur fingið eina almenna tænastu, skulu hini økini kappast um at fáa tí næstu fyri ikki at verða aftanfyri. Endin av hesum verður at miðal longdin til eina tænastu verður longri fyri tann einstaka borgaran, um t.d. Bileftirlitið verður í Sumba og Heilsufrøðiliga Starvstovan á Viðareiði, so hava vit øll tilsamans mist.

Okkara skipan við fleiri valdømum ger, at tann einstaki løgtingslimurin, í ávísan mun, arbeiðir fyri øki, hann er valdur fyri, sum er ein náttúrigur partur í eini valskipan við valdømum. Men vit mugu ansa eftir, at hesin eginleikin ikki spjaðir miðfyrisitingina ov nógv.

Eitt annað er, at eisini fólk við útbúgving hava brúk fyri einum arbeiðsumhvørvi fyri at menna seg, og tí kann tað verða neyðugt at hava ein miðfyrisiting á sama stað. Peningaliga kann tað somuleiðis gerast dýrt at spjaða ov nógv. Hugsast skal eisini um, at samstarv er ímillum ymsu almennu stovnarnar og bara tað at fundast, gerst ein trupulleiki um alt alment virksemi skal spjaðast um alt landið.

Inn í hesa hugsan skal eisini takast, at tað hevur fyrimunir og vansar at búgva ávíkavist á bygd og í býi. T.d. hava bygdafólk nógv bíligari grundstykkir, ofta lætta atgongd til fisk, seyð og kanska eplir, og eitt lítið trygt lokalsamfelag. Í Havn er t.d. atgongdin til náttúruna ikki so líkatil, men nærleikin til stovnarnar er har. Við øðrum orðum so ber ikki til at vilja búgva á bygd, og krevja bæði teir fyrimunir tað hevur við sær, umframt teir sum býir hava, eins og tað ikki ber til at búgva í Havn og krevja teir fyrimunir tað hevur at búgva á bygd.. Soleiðis er tað ikki bara í Føroyum, men um allan heim, og eisini í Føroyum.

Tað tykist at verða politisk semja um at útbyggja samferðslunetið munandi. Tað sær ikki longur út sum luftkastellur, at ein tunnil kemur frá Streymoynni til Sandoynna, og hareftir frá Sandoynni til Suðuroynna, tó at hetta kanska er 20-30 ár fram í tíðina. Ágóðin av hesum verður nógv lættari ferðing í Føroyum, og tí verður lættari at búgva uttanfyri høvuðsstaðin, sjálvt um arbeiði er har, tí tað verður ikki so tíðarkrevjandi at ferðast aftur og fram. Við hesari menning í huganum, skulu vit kanska hugsað um ikki at miðspjaða ov nógv, men heldur hugsa um, hvussu vit kunna sameina eina effektiva og smidliga miðfyrisiting, við at fólk búsitandi kring alt landið kunnu arbeiða har. Og harafturat definera hvat tað eru fyri almennir stovnar og/ella arbeiðspláss sum kunna flytast frá høvuðstaðnum og kring landið, tí sjálvandi verður tað ikki longri frá Havnini til bygdirnar, enn frá bygdunum til Havnina.

Tað er avgjørt ein styrki, um vit megnað at halda lív í bygdunum í Føroyum, og soleiðis hava eitt meira fjølbroytt samfelag. Eftir míni meting skulu vit í føroyska vælferð rokna atgongdina til náttúruríkidømi og tryggleikan í bygdasamfelagnum, og virka fyri at hesir møguleikar verða gagnýttur eins og tað eingin grund er til at byggja okkara lítla samfelag upp til at verða eitt stórbýarsamfelag, so at alt og øll skulu enda í Havn. Um vit fáa sterkari kommunur, kunnu tær røkja núverandi landsuppgávur. Her er tó ynskiligt, at bert uppgávur allar kommunurnar kunnu røkja, verða lagdar út, tí annars skal landið allíkavæl umsita málini. Hetta skapar eina dupultumsiting, sum ikki er nøkur gongd leið, tá vit eru so fáment. At geva kommununum fleiri málsøkir, gevur eisini fleiri almenn størv kring landið. Men tað krevur størri og sterkari kommunur enn í dag.

Flokkarnir hava í valskráum fatur í nøkrum av hesum, men týðiligt er, at orkan hjá flokkunum er ikki til at greina slíkar spurningar til fulnar undan valinum. Vandin er tí, at nakrar almennar orðingar um miðspjaðing verðar settar í samgonguskjalið, síðan verða embætisbólkar settir at lýsa og greina, so verður aðalorðaskifti og fundi av ymsum slagi ? og so er aftur stutt til val, at ikki ber til at gera annað enn at lova av nýggjum.

Viljin tykist tó at verða, og vit á Tinghelluni fara so at minna flokkarnar á hetta eftir valið.


Soleiðis eigur hetta evni eisini at verða ein partur av kjakinum um, hvat fyri vælferðarsamfelag vit ynskja í Føroyum.