Miðsavning stendur í stað

Gongdin hevur í nógv ár verið tann, at alt størri partur av fólkinum búsettist í Havn ella nærhendis Havnini, men tvey tey seinastu árini tykist miðsavningin at vera steðgað. Gongdin hevur í nógv ár verið tann, at alt størri partur av fólkinum búsettist í Havn ella nærhendis Havnini, og síðani 1990 hevur meira enn triðji hvør føroyingur búð í Havn.

Prosentparturin broytist alt eftir, hvar vit velja at seta markið fyri Tórshavn. Rokna vit ta sambygdu Havnina - Tórshavn, Argir og Hoyvik - búgva har 36,1% av fólkinum. Telja vit eisini Hvítanes og Velbastað uppí, er parturin 36,6%. Í báðum førum hevur gongdin verið tann, at prosentið tykist standa í stað seinastu tvey árini. Miðsavningin tykist vera steðgað á eina tíð.

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at tað eru bert Tórshavn og Klaksvík, ið hava varðveitt sama pláss á topp 10 listanum síðani 1985, og síðani 1999, tá fólkatalið í Vestmanna fór fram um Tvøroyri, hevur eingin broyting verið.

Tann mest sjónska broytingin er Hoyvík, ið eftir bert 5 árum fór úr einum tíggjundaplássi upp á eitt triðjapláss. . Umframt Hoyvík er tað bara Argir, ið er flutt longur fram síðani 1985.

Størstu afturgongdina høvdu Vágur og Tvøroyri, sum í 1988 vóru ávikavist nr. 3 og nr. 5, men tíggju ár seinni lógu sum nr. 6 og 8.