Bygdamenning hevur leingi verið frammaliga í almenna orðaskiftinum í Føroyum. Nú verður tað nevnt miðspjaðing. Hvussu kunnu vit framhaldandi stýra og skipa menningina í hesum landi, soleiðis at hon kemur øllum búplássum til góða. Hetta hevur verið afturvendandi spurningurin í kjakinum í fjølmiðlunum og á tingi.
ÚF setti spurningin á skránna nú um dagarnar við eini sera áhugaverdari sending, har Gunnar Nolsøe tosaði við samfelagsfrøðingin Sámal Matras Kristiansen.
Sendingin snúði seg um, hvussu demografisku Føroyar síggja út í framtíðini. Also hvussu búsetingarmynstrið og menningin fer at laga seg sum árini ganga.
Um gløggu analysurnar hjá samfelagsfrøðinginum fara at halda ella ikki skulu ikki vit gera okkum til dómarar yvir, men tær kendust sera beinraknar. Niðurstøðan tóktist vera hon, at líka mikið, hvat vit hugsa, siga og gera, so slepst ikki undan eini framhaldandi miðsavnan, har høvuðsstaðurin saman við parti av Eysturoynni serstakliga verður dragandi magneturin fyri búseting og menning.
Samfelagsfrøðingurin metti, at útoyggjarnar og útjaðarin gerast taparin soleiðis at skilja, at tey ungu flyta og arbeiðsplássini fækka. Vit fáa størri og meira savnandi eindir eitt nú á skúlaøkinum. Úrslitið verður, at hesi búplássini, sum longu merkja afturgongdina og fráflytingina, fara at gerast summarhúspláss hjá fólki, sum búgva t.d. í miðstaðarøkinum ella øðrum stórplássum.
Spurningurin er so, um vit eru før fyri at steðga negativu gongdini í Sandoynni og Suðuroy. Her metti samfelagsfrøðingurin, at vit neyvan fáa nakran tunnil í Sandoynna í bræði, og tunnil til Suðuroyar kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir. Pengar verða ikki til tað. Verður ikki okkurt heilt serstakt gjørt fyri at menna Suðuroynna, so fær hon somu lagnu sum aðrir útjaðarar. Og soleiðis sum búskaparstøðan verður metti hann ikki, at ráðini verða til at gera nógv meira fyri Suðuroynna heldur.
Áhugavert var at hoyra ærliga samfelagsfrøðingin gera greitt, at menningin í Føroyum í framtíðini fer í nógv størri mun at verða bundin av, hvat vit hava ráð til. Tí fara vit neyvan at hava ráð til at varðveita funktiónir kring landið út frá tí at varðveita arbeiðspláss. Umstøðurnar fara at krevja av okkum, at avmarkaðu pengarnir mugu umsitast og brúkast optimalt tvs. at vit mugu fáa sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu. Tá verður ikki pláss fyri at tosa um bygdamenning út frá gomlu terminologiini, har flakavirki skuldi vera á hvørjum tanga, barnaskúli í hvørjari bygd og sjúkrahús í fleiri plássum osfr.
Hvat vit enn halda um alt hetta, so svitast ikki, at vit við avmarkaðu skattakrónunum eru noydd at skipa íløgur og rakstur soleiðis, at allir føroyingar fáa sum mest burtur hvørjari skattakrónu. At tænasturnar eru góðar og tryggar. At vit ikki hava ráð til dupultfunktiónir men mugu tryggja, at tær lívsneyðugu funktiónir, sum bera vælferðarsamfelagnum uppi, eru tær best hugsandi ella so góðar til ber.
Sosialurin