Posta hevur miðsavnað alla sortering og seting av posti á Óðinshædd í Havn og arbeiðir í løtuni við at umleggja útberingina.
Hetta verður gjørt fyri at gera arbeiðið virknari og fyri at laga útberingina til økini í landinum, sigur Posta í tíðindaskrivi.
Tað fer millum annað. at hava við sær, at posturin kann verða borin út til best hóskandi tíð í hvørjum øki sær. Í flestu førum merkir tað, at postur og bløð verða borin út fyrr á degnum, sigur Posta.
Posta hevur seinastu árini lagt seg eftir hurð til hurð tænastu, soleiðis at alsamt færri pakkar skulu heintast á posthúsunum. Hetta hevur við sær - saman við miðsavningini av sorteringini - at tørvur er ikki á so nógvum plássi, sum er tøkt úti um landið.
Bygningarnir hjá Posta vóru í síni tíð bygdir til eitt nógv størri virksemi, eitt nú kom ein stórur partur av rúsdrekkasendingunum við posti, tí verða bygningarnir í Klaksvík, Saltangará, Tvøroyri og Miðvági í næstum lýstir til sølu. Bygningarnir í Vági og Sandavági eru seldir fyrr í ár, og bygningurin á Eiði er til sølu.
Posta fer tó framhaldandi at hava posthús og vera tilstaðar í hesum økjum, eins og nú.










