Miðnáttarrenning út á Borðuna

Í fjør var ein roynd gjørd at skipa fyri sonevndari miðnáttarrenning út á Borðuna í Nólsoy og tað hepnaðist so væl, at tátturin er tikin upp aftur í ár

Tað var Kunningarstovan í Nólsoy, sum tók stig til eitt rennitiltak í fjør, har luttakararnir byrjaði reningina í bygdini, runnu út á Borðuna og heim aftur.
Einir 12-15 fólk høvdu meldað seg til, og tiltakið hepnaðist so mikið væl, at tátturin verður tikin upp aftur í ár.
- Nú hendi tað óhapp í fjør, at ein av luttakarunum var so óheppin at bróta beinið suðuri á Borðuni, og tað merkti sjálvandi tiltakið. Hinvegin hepnaðist so væl í allar aðrar mátar, at vit skipa fyri líknandi renning aftur í ár, sigur Katrina í Geil, ið er ein av fyrireikarunum.
Rennararnir savnast í Kunningarstovuni klokkan 22.30 eftir at Ternan er komin úr Havn, og síðani verður runnið haðani út á Borðuna og heim aftur.
Tveir vandir marathonrennarar, báðir nólsoyingar, verða við, bæði sum luttakarar, men eisini sum ferðaleiðarar. Samlaði teinurin út á Borðuna og aftur er um 20 kilometrar.
- Heimaftur komin ber til at fáa sær brúsubað og ein góðan bita við føroyskum viðskera, áðrenn farið verður aftur til Havnar við báti, sigur Katrina í Geil.
Hon sigur, at sjálvandi eru onnur enn rennarar eisini vælkomin út til Nólsoyar fríggjadagin at njóta oynna og náttúruna á náttartíð.
- Kunningarstovan verður opin, meðan runnið verður, so ongum nýtist at vera úti alla tíðina, sigur Katrina í Geil.
Renningin verður sum nevnt nú fríggjadagin, og tey, ið hava hug at verða við, verða biðin um at boða frá á Kunningarstovuni, telefon 327060, innan klokkan 17 í morgin.