Miðnámsskúlin og miðlar

Málið um miðnámsskúlan í Vági hevur fylt nógv í miðlunum seinastu mánaðirnar, og tað minnir ikki sørt um, tá man á sinni diskuteraði hvørt Studentaskúlin í Eysturoynni skuldi liggja í Gøtudali ella Kambsdali. Vit eru ikki komin nógv longur í 20 ár, enn framvegis at diskutera mál í relatión til kommunumørk.

Øll argument hava verið frammi, í almenna kjakinum í hvussu so er, har landspolitikarir, kommunalpolitikarar, lesarabrævsskribentar, røðuhaldarar og almennir persónar annars hava fylt nógv bløð og nógva senditíð við argumentum fyri og ímóti. Onkur av hesum hevur eisini nevnt, at tað fer at kosta eyka, um skúlin verður fluttur, og at útgrevsturin í Vági ikki er so vælegnaður til ellis og røktarheim.

Fólk eru ymisk á máli um, hvussu handfaringin hevur verið. Òivað kundi landsstýrið havt gjørt okkurt øðrvísi, men nú er avgerð tikin um, at miðnámskúlin skal flytast. Nú tykist sum um, at man roynir at krøkja seg í hvønn smálut fyri at darva málinum mest møguligt.

Tað er gleðiligt, at skipanin riggar somikið væl, at Landstýrismálanevndin fekk øll skjøl í málinum. At teir so ikki fingu tað eina í duplikatum, vísir bert effektivitet. Landsstýrismálanevndin kann ikki tilláta sær at forlanga, at skattgjaldarin skal gjalda fyri dupultarkivering og dupultviðgerð. Vit eru púra samdir við kollegunum á Dimmu, tá teir í oddagrein mikukvøldið 25. mai spyrja um "gult kort fyri hvat". Her eigur skattgjaldarin at spyrja seg sjálvan, hvat málið við landstýrismálanevndini og landstýrisins skjalastýring er. Málið má vera, at hon skal hava øll skjøl í einum máli, fyri at kunna viðgera tað, heldur enn at hon skal hava øll skjøl allastaðni frá, óansæð, um sama skjal er arkiverað fleiri staðni. Manglaði Landstýrismálanevndin eitt skjal í málinum, so var tað álvarsligt, men tað gjørdi Landstýrismálanevndin ikki, og vísir hetta, at skipanin riggar, hóast minni enn tað kann verða sagt um Landstsýrismálanevndina.

Nú hevur Tingið so tikið eina støðu viðvíkjandi miðnámsskúla í Suðuroynni, og tað er ein grov undirmeting av Tinginum, at teimum tørvar eina arkitektafrágreiðing fyri at vita, at tað kann verða verri at byggja í einari brekku enn á sløttum. Eisini kann tað neyvan undra at sami arkitektur, sum hevur teknað prísbelønta uppskotið til miðnámsskúla í Vági, ikki gevur sítt óbetingaða viðmæli til eina ætlan um at byggja okkurt annað har. Tað er løgið, at tann miðil, sum ofta hevur gingið fremst í at kjakast um gegni, ikki ger vart við hetta - ella gegni er kanska bert nakað, sum rakar politikarar?

Um hetta skjalið lá við í malinum, hevði tað so broytt tingsins støðu? Nei. Verða mótstøðufólkini av flytingini nøgd við nakað annað enn miðnámsskúla í Vági? Nei. Hvat kjakast vit so um í dag? Avgerðin er tikin, hóast handfaringin hjá samgonguni kundi verið betur, men tað er so ein lærupengi til næsta líknandi mál.

Tað tykist dapurskygt, men onkursvegna situr man eftir við einum varhuga av, at vit um 20 ár enn fara at kjakast ovast á øllum breddum, um ein skúli skal liggja nakrar kilometur henda veg, ella nakrar kilometur handa veg.

Sosialurin