Eilif Samuelsen
Fyri fleiri árum síðani var avgjørt, at ein miðnámsskúli skuldi byggjast í Vági. Fullfíggjaðar tekningar vórðu fingnar til vega, Vágs kommuna útvegaði byggilendi, sum síðani er gjørt byggibúgvið, bygginevnd er sett, sum hevur lagt alt til rættis, fyri at byggingin skal ganga so skjótt og so lagaliga fyri seg sum gjørligt. Landsstýrið hevur sett pening av til, at farast kann undir at byggja skúlan, og soleiðis skuldu øll tekin verið í sól og mána um, at vit fóru at kunna uppliva eina sólskinssøgu fyri Suðuroynna fyri einaferð skyld.
Men hetta var ov gott til at vera satt. Tíðirnar gjørdust aftur einaferð (knappliga?) ringar fyri Suðuroynna og serliga Vágs bygd, og fjáltur kom á politikararnar, so teir komu fram til ta løgnu niðurstøðu, at teir skuldu bjóða vágbingum at fáa eitt røktarheim, ímóti at teir søgdu frá sær skúlan, sum so skuldi verða bygdur í Hovi.
Fyrr hevur talan verið um at byggja studentaskúla í Hovi, sum eina eyðmýkjandi neyðloysn millum pólarnar báðar í oynni. Men mær vitandi er hesin trupulleikin nú loystur og lagdur niður fyri langari tíð síðani. Hví hevur annars verið semja um at byggja skúlan í Vági?
Tað er óivað neyðugt at byggja eitt røktarheim aftrat í Suðuroy. Eitt nútíðar røktarheim er frammanundan á Tvøroyri. Har kann neyvan vera skilagott at byggja eitt aftrat. Vágur er næststørsta bygd í oynni og hevur næstan líka nógvar íbúgvar sum allar hinar smábygdirnar tilsamans. Einki er meira skilagott og natúrligt, enn at røktarheimið verður bygt har.
Eitt annað er, at brúktar eru longu einar 7 mió. kr. upp á skúlaprojektið higartil. Tekningarnar til skúlan eru gjørdar og útformaðar eftir tí lendinum, sum grundstykkið nú er gjørt byggibúgvið til. Hesar tekningarnar kunnu ikki brúkast nakra aðra staðni. Og grundstykkið er helst totalt óegnað til at byggja nakað røktarheim á. Skal skúli byggjast á øðrum stað, skal heilt nýtt projekt og heilt nýggjar tekningar til. Tær 7 mió. eru farnar fyri skeytið, og tær 45 mió. kr., sum verklagslógin fevnir um, mugu hækkast við í minsta lagi 12-15 mió. til eina ítróttarhøll, sum neyðugt verður at byggja aftrat í Hovi. Í Vági er ítróttarhøll tætt við skúlan. Og so ganga minst 2-3 ár, til farið kann verða undir at byggja skúlan + tey bæði árini, tað tekur at byggja hann.
Góðu politikarar. Sleppið hasum deyðføddu tankunum um at byggja ein skúla úti í nærum óbygdum, har hann fer at standa skralltómur eftir klokkan 3-4 hvønn dag. Byggið Miðnámsskúlan í Vági, soleiðis sum ætlað og samtykt er.
Farið undir at hjálpa teimum sperdu kommununum at finna útvegir fyri at fara í gongd við at fyriskipa bygging av einum røktarheimi í Vági so skjótt, sum til ber. Á tann hátt ber til at fremja tykkara annars frálíka uppskot, at útvega nógv arbeiðspláss aftrat í oynni.
Nógv hevur verið talað og skrivað um ta kappingina, sum skal hava valdað millum norðara og sunnara part í oynni. Í okkara tíð hava vit nærum bert verið vitni til tær negativu avleiðingarnar av slíkari kapping, tí hon hevur syndrað tær kreftirnar og teir menningarmøguleikarnar, sum eru til staðar.
At vit fingu kommunurnar í 1872 var eitt megnar framstig fyri fólkaræði. Tá var Suðuroyggin sum vera man ein kommuna. Síðani varð hon tægað sundur í sjey. Høvuðsgrundgevingarnar fyri, at tær einstøku bygdirnar skuldu gerast sjálvstøðugar, var sum oftast tey ringu samferðsluviðurskiftini. Hetta er ikki talan um í dag.
Vit hava stutt síðani havt kommunustýrisval, og í Suðuroynni varð nógv talað um at leggja kommunur saman. Gjørdu suðuroyingar rætt, so fóru teir beinan vegin undir at mýkja spurningin av nýggjum, soleiðis at teir nýttu hesi komandi fýra árini til at sameina allar kreftirnar í strembanini eftir at leggja alla oynna í eina kommunu. Tá kundi kommunan verðið ein kraftmiðdepil og verið før fyri at havt fleiri vælútbúgvin fólk, sum kundu fyrireikað ætlanir fyri allar borgarar í oynni.
Og tá hevði verið so upplagt, at Kommunuskrivstovan og allir aðrir almennir stovnar í oynni bygdu ein felags umsitingarbygning í Hovi.