Hanus Samró, Løgtingslimur
-----
Íkast og aftursvar til lesarabrævið »Langt millum vallyfti og veruleikan« hjá Næmingaráðnum í Hoydølum.
Fakta
Næmingaráðið í Hoydølum raka seymin á høvdið, tá ið tey lýsa viðurskifini hjá lesandi í Føroyum.
Hesi ungu hava seinastu tíðina ikki bara upplivað tiltikna plenuklipparan, har 18 prosent av studninginum varð skorin yvir nátt, men kenna somuleiðis sviðan av neglaklipparanum – at inntøka oman fyri 10.000 kr. varð mótroknað í studninginum.
Hetta vóru umstøðurnar fyri løgtingsvalið.
Studningurin
Næmingaráðið í Hoydølum hevur eisini rætt í, at løgtingið samtykti fyri jól, at studningurin skal ikki prístalsviðgerðast. Hetta varð ikki gjørt yvir nátt, men var í tráð við borgarligu hugsjónina um, at eingin lønarvøkstur verður í 2011. Hetta er ikki nakað, sum einans rakar lesandi í Føroyum, men rakar eisini prístalsviðgerðirnar av viðbótunum í pensjónum og annað.
Orsøkin til lønarsteðgin, og har við fastfrystingina av studninginum, er stóra hallið á fíggjarlógini.
Tá ið tað er sagt, so skulu lesandi í Føroyum ikki viðfarast øðrvísi enn onnur, tí skuldi tað hent, at lønarvøkstur verður, verður studningurin hjá lesandi í Føroyum prístalviðgjørdur.
Tað samtykti samgongan fyri jól.
Mótrokning
Næmingaráðið í Hoydølum leggur ikki neglirnar fyri, tá ið tey lýsa neglaklipparan:
“Fyri at koyra meira salt í sárið hjá teimum lesandi varð ein mótrokningar skipan sett í verk, sum skerdi studningin, tá mánaðarliga inntøkan kom upp um 10.000 krónur.”
Hetta var ein óheppin og óumhugsin avgerð, sum ikki tænir nøkrum uttan landskassanum, sum spardi nøkur fá oyru. Tíbetur, so kunnu vit í samgonguni vísa á, at vit vóru tilvitaði um støðuna, tá ið vit komu til valdið í oktober 2011, og inntøkumarkið er frá 1. januar 2012 flutt úr 10.000 krónum og upp til 20.000 krónir um mánaðin.
Tað samtykti samgongan fyri jól.
Marknagilsdepilin
Tað er óheppið, at landsstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, av sínum eintingum hevur útsett Marknagilsdepilin, tí samgongan hevur ikki viðgjørt løgurnar. Næmingaráðið í Hoydølum hevur rætt, tá ið tey sýna sína ónøgd, men tað er ikki neyðugt at stúra, tí samgongan skal hava eina fullfíggjaða íløguætlan 1. apríl 2011, og tá er tað ikki óhugsandi, at Marknagilsdepilin verður klárur í 2015.









