Mentamálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar til hoyringar.
Nýggja skipanin verður ein breytaskipan. Nú fara tey ungu ikki longur at ganga í einum ávísum skúla, men í staðin at ganga á eini ávísari útbúgvingarbreyt í stóru miðnámsskúlaskipanini. Á breytunum verður tað besta úr verandi gymnasialu skipan savnað og varðveitt, og samstundis verður latið upp fyri møguleikanum at fara undir nýggjar breytir.
Útbúgvingarbreytirnar vera í fyrstu atløgu 6 í tali: Ein málslig breyt, kallað hugbreyt, ein náttúrubreyt, ein tøknibreyt, ein tilfeingisbreyt og ein búskaparbreyt, sum allar fara at taka 3 ár, og ein fyrireikingarbreyt, sum er 2 ár og er serliga ætlað tilkomnum.
Umleið ein triðingur av øllum lærugreinunum fer at vera at kalla eins á øllum breytunum. Umleið helvtin av øllum lærugreinunum fara at vera serligar á tí einstøku breytini, og restina av lærugreinunum verður frítt val hjá teimum ungu.
Gymnasiala miðnámsprógvið verður framvegis eitt góðkent prógv til víðari lestur, javt stillað við onnur prógv í Norðurlondunum, sigur Mentamálaráðið.
Uppskotið kann lesast á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, og øll kunnu senda senda viðmerkingar til mentamálaráðið áðrenn 12. september.