Marjus Dam
løgtingsmaður
????????????
Tey ungu hava rætt og samfelagið hevur skyldu til at syrgja fyri at okkara ungu fáa útbúgvingar. Tað er alneyðugt, bæði fyri at tey ungu og samfelagið skulu mennast.
Eftir eitt tað ríkasta tíðarskeið í Føroya søgu frá 1998 til 2003, standa mong ídag við einum trupulleika. Fleiri av okkara ungu sleppa ikki inn til eina miðnámsútbúgving.
Studentaskúlin í Hoydølum, ið longu trongdi til útbygging í 1970-unum, er nú heilt niðurslitin, og onki broyttur, annað enn at hølisviðurskiftini bert eru vorðin verri, og skúlin er heilt yvirfyltur av næmingum.
Eg haldi, at harmiligt er, at studentaskúlin datt niður ímillum, øll árini ímeðan Tjóðveldisflokkurin sat við hesum málsøki. Men tá var bert loysing á skránni. Skerjing av ríkisveiting. Tí 1+1 er ikki 2, sambart teimum. Annars lærdi eg í barnaskúla, í Hoydølum og á Universitetinum, at 1+1=2.
Í Tjóðveldis búskaparfrøðini er alt so nógv meira kompliserað, at tað bert eru tey heilt fáu og sera, sera klóku í fata tað. Har er 1fkr+1fkr=2000fkr, men 1dkr +1dkr=minus 20000 dkr. (Samstundis er 1 fkr= 1dkr) Hendan nationalistiska búskaparfrøðin, er ikki løtt at fata hjá øðrum enn tjóðveldisfólkum og hevur enn einaferð ført við sær, at undirskot er á Landskassarokniskapinum. Peningurin, ið vit høvdu til at byggja samfelagið út við, millum annað studentaskúla, var mettur so skaðiligur, at hann nú er í Danmark har hann undarliga nokk ger gagn. Higartil hava vit mist 1 millión dkr um dagin ella tilsamans einar 1500 milliónir dkr. Um hesin peningur var so skaðiligur, vildi ein rokna við, at yvirskotið á fíggjarlógini vaks sera nógv í fkr. Men tað hava hvørki vit ella loysingarfólk sæð - og tað rokni eg við at vit eru samt um.
Vit í Sambandsflokkinum fara at royna at bøta um viðurskiftini á okkara miðnámsskúlum. Og eg fari samstundis at heita inniliga á øll tykkum sum ganga í barnaskúla, á miðnámsskúla, eins og á allar føroyingar annars. Gloymi ongantíð, at 1+1=2. Óansæð hvat sjálvútnevnd búskapargeni úr Tjóðveldisrørsluni siga.
Fyri at fáa pening til at byggja m.a miðnámsskúlar til ungdómin, mugu vit royna at finna inntøkukeld-ur. Men ikki hækka skattir og avgjøld, ið longu nú eru drepandi.
Tað er avbjóðingin fyri okkara samgongu, vinnulívsfólk og sølufólk okkara.