Tað er ikki bara miðnámsskúlin í Havn, sum er undir broytingum í hesum døgum.
Tí á Kambsdali hava tey í dag opið hús, sum byrjaði klokkan 17.00.
Høvið er at vísa áhugaðum runt í bygninginum, sum júst er útbygdur við nýggjum bókasavni og kreativum verkstovum.
- Lærarar og næmingar hava lagt orku í at fáa ymiskt spennandi á skrá til dagin, eitt nú er tónleikur og filmar á staðnum, og námsferðir og matmentan verður lýst, siga tey av Kambsadali í kvøld.