Miðlarnir valdu Vardy til ársins spælara

Meðan ensku fótbóltsspælararnir valdu Riyad Mahrez til ársins spælara, so hava ensku miðlarnir valt Jamie Vardy til ársins spælara

Fremstu spælararnir, sum spæla í ensku Premier League velja sín egna ársins spælara, og tað verður sagt at verða tað besta og fremsta, at ein verður valdur til tann besta av sínum starvsfeløgum. Professionellu ensku fótbóltsspælararnir valdu Riyad Mahrez hjá Leicester City til ársins spælara fyri stuttum.

 

Ensku ítróttarmiðlarnir velja eisini ársins spælara, og í ár hendi tað, sum eisini er hent mangan áður, at miðlarnir valdu ein annan ársins spælara, sum er tekin um, at spælarar og miðlar kunnu síggja eitt sindur ymiskt uppá tingini.

 

Ensku ítróttarmiðlarnir valdu áleyparan hjá Leicester, Jamie Vardy til ársins spælara. Við SkySports sigur Jamie Vardy, at hann er glaður og stoltur um at hava fingið eina so prestisjufulla heiðursløn. Hann er eisini errin av, at hansara navn nú er at finna ímillum tey nøvn, sum hava fingið heiðurin í farnum tíðum.

 

Jamie Vardy hevur skotið 22 mál í 36 dystum fyri Leicester hetta kappingarárið, og hevur verið ein sera týðandi spælari hjá Leicester. Søgan um Jamie Vardy er eisini farin inn í mong hjørtu í Onglandi, og kring allan fótbóltsheimin. Jamie Vardy hevur arbeitt seg upp gjøgnum deildurnar, heilt úr 8. deild og upp til Premier League, og tað er eitt bragd, sum ikki er gjørt áður. Tá skrivað verður um Jamie Vardy verður hann mangan nevndur við heitinum "Working class hero".