Miðlarnir og eg - Zacharias Hammer

Vælkendi sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer lurtar eftir Kenny Rogers og lesur viðhvørt Se&Hør.

Mítt blað - dag og vikublað

- Eg lesi tey føroysku bløðini. Onkutíð eri eg á bókasavninum og lesi Politiken og Berlingske.


Mín heimasíða

- Eg eri á Portalinum fleiri ferðir dagliga. Heimasíður um myndalist vitji eg eisini.


Mín tónleikur

- Eg lurti eftir tónleiki, meðan eg koyri bil. Country og gospel dámar mær væl. Kenny Rogers er ein favorittur. Tá eg taki tað róligt heima, lurti eg eftir filmstónleiki, sum eg so eisini brúki til mínar egnu sendingar.


Mítt sosiala netverk (td Facebook)

- Eg eri við á Facebook, og havi fingi samband við nógvar vinir, sum eg ikki havi sæð í áravís.


Mín dvd

- Náttúrufilmar og dokumentarsendingar. Science fiction sigur mær onki. Eg fari onkuntíð út at leiga mær ein góðan spælifilm.



Mítt magasin

- Konan heldur blaðið Kvinna, so tað lesi eg. Eg hyggi onkutíð í slatriblaðið Se&Hør eisini. Annars eru tað teknisk bløð um teldutøkni, sum eg lesi.


Mín sjónvarpsrøð

- Eg royni at fylgja summum sjónvarpsrøðum, men oftani fara partar niðurfyri hjá mær. Tær donsku røðirnar Forbrydelsen og Krøniken dámdu mær sera væl.


Mín bók

- Eg las meiri fyrr. Men eg royni at lesa alt føroyskt, sum kemur út. Best dámar mær ferðafrásøgnir og biografiir.


Mítt útvarp

- Eg lurti eftir Kringvarpinum og Rás2 og Lindini, tá eg eri í Havn. Eg búgvi í Nordepli, og har hoyrist ikki so væl. Eg plagi at vera inni á netinum og lurta.


Mín telefon

- Eg havi eina bíliga, vanliga Nokia. Eg kenni meg skerdan um eg ikki havi hana uppi á mær.


Hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?

- Lættisoppa tilfar, ið onki sigur mær. Tá sløkki eg.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

- Tilfar, sum fer í miðlarnar, men sum ikki er egna at senda út.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

- Siðsøguligt tilfar. Hvørt einasta fólk hevur sína søgu. Sum nú er, fara nógvar av hesum søgunum fyri skeyti.