Mítt blað - dag og vikublað
Eg lesi ikki ofta tey vanligu bløðini, 4. hvørja viku, tá eg eri til arbeiðis á Jarðfeingi, lesi eg tey tó ígjøgnum.
Vit arva Weekendavisen, so hana lesi eg eitt sindur í av og á, men kundi hugsa mær at lisið meira í henni, har er øgiliga nógv gott tilfar, - verði bara so ofta fanga av eini góðari bók, áðrenn eg komi so langt......
Mín heimasíða
Eg nýti internetið NÓGV, kanska í so nógv, latið meg fanga av, at har er so nógv spennandi at lesa og síggja. Eg elski Wikipedia, men annars havi eg ov nógvar slóðir til at kunna nevna annað enn tær síðurnar eg nýti nógva tíð uppá, nevniliga tær eg sjálv umsiti, mína egnu www.rakelhelmsdal.info (sum í løtuni er nakað forsømd) og so hana hjá Ungum í Føroyum www.ungiforoyum.info.
Mín tónleikur
Til gerandis lurti eg ikki nógv eftir tónleiki, men tá tað er, so er tað mest klassiskur tónleikur, Ravel, Satie, Elgar, Tchaikovsky, Sibelius, Prokofiev v.fl. Annars lurti eg eftir Tom Waits, Bjørk, gomul jazzi, fólkatónleiki, world music. Men best dámar mær at hoyra allan tónleik live; bakgrundstónleikur er bara ikki eg.
Mítt sosiala netverk
Eg nýti helst alt ov nógv tíð á Facebook, men tað er ikki bara spilt tíð. Eg brúki tað sera nógv til at fá informatiónir runt. Eisini er tað ein fantastiskur møguleiki at halda samband við familju, sum býr langt burturi og man ikki sær ofta. Brádliga eru vit ikki sum fremmandafólk, hóast vit ikki hevur sæst í fleiri ár, vit hava jú sæð myndir av børnunum og hátíðarhøldunum og sæð smáar gerandisviðmerkingar, um hvat vit hava bakað ella verið ørg inna á ella fegin um.
Mín dvd
Eg elski filmar, og hóast eg haldi “at film skal ses i biografen”, so ber hetta jú ikki til í Føroyum. Bert eitt fátal av góðum filmunum koma higar. So eg havi nóóóógvar dvd-filmar. Mínir yndis eru filmarnir hjá Tim Burton, Jean-Pierre Jeunet og Akira Kurosawa, men tað eru so nógvir aðrir góðir filmar til! Mær dámar sera væl franskar filmar, og evropeiskar filmar sum heild, og fantasy og sci-fi-filmar. Býarbókasavnið er ein perla, har kanst tú lána eina ørgrynnu av knasandi góðum filmum!
Mítt magasin
Eg lesi bæði Samvirke og Dunnublaðið á tamb!
Mín sjónvarpsrøð
Hyggi satt at siga næstan onki sjónvarp, men onkrar sjónvarpsrøðir síggi eg á dvd: X-files, Tales of the Unexpected og Midsomer Murders.
Mín bók
Her er ikki pláss at nevna bara ein brotpart av teimum bókunum, sum gera mun hjá mær, so eg kann bara nevna tær bøkur ella høvundar, sum eg altíð vendi aftur til: “Death is a lonely buisness” hjá Ray Bradbury og annars tað mesta, hann hevur skrivað. Stuttsøgan “Uventet bekendskab med et håndværk” eftir Stefan Zweig og annars absolutt alt hann skrivaði, bøkurnar hjá Tove Janson, J.R.R. Tolkien, Ursulu LeGuin og Edgar Allan Poe og ... og …
Mítt útvarp
Eri ikki tann stóri útvarpslurtarin, men siti ofta enn og eri melankolsk um ikki at hoyra franskt útvarp, France Culture, France Inter ella France Music, har tað ber til at hoyra útvarp, sum ger teg klókari 24 tímar um samdøgri.
Mín telefon
Kann ikki vera fyriuttan, men eg hati, at hon ringir, tá eg standi við kassan í FK og skal gjalda.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
Pop-tónleik í útvarpinum og idiotiskar undirhaldssendingar og tollutar amerikanskar seriur í sjónvarpinum.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Nógv!! At tað mesta er so grunt, at áhugaverd ting sjáldan verða fylgd upp. At mentan hevur so ómetaliga lítið pláss í flestu miðlunum, at ítróttur skal fáa so órímiliga nógv pláss í øllum miðlum. Og tað irriterar meg ómetaligt, at tað letur til, at flestu tíðindafólk halda, at vit helst vilja hava ein óendaligan streym at tíðindum um tað sama, t.d. ómetaligar nøgdir av óneyðugum tíðindum um svínakrím.
Tað irriterar meg, at vera roknað sum eitt býtt, at eg ikki skal kunna klára at kapera meiri enn eitt mál í senn, t.d. hetta prátið um CO2, sum er fari so í sjálvsving, at onki annað er til. T.d. er tað nú næstan eitt skeldsorð at tosa um náttúruvernd, um tað ikki gongur hond í hond við CO2-sparing, hetta kann jú enda við, at vit fara at hava eitt reint umhvørvi, men onga náttúru.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Mentanarsendingar, tí mentan er fyri okkum øll, ikki bara fyri tey fáu útvaldu, sum tað letur til at nógv halda. Fleiri áhugaverd tíðindi um mentanartiltøk sum eru í landinum og uttanfyri landoddarnar. Meira um bókmentir, meira um sjónleik, meira um filmar, meira um tónleik (og her meini eg ikki við massaframleiddan onkisigandi pop-tónleik).