Miðlarnir og eg - Hilmar Jan Hansen

Mítt blað - dag og vikublað
Sosialurin fyrst og fremst, men lesi annars stórt sæð allar avísir, eg fái upp í hondina. Danska vikublaðið Søndag kemur í húsið og tað blaði eg ígjøgnum viðhvørt.

Mín heimasíða

Fyrst og fremst Google, ið er størsta uppfinningin síðani djúpa tallerkin – og so gjarna ein breið blanding av serliga føroyskum og norðurlendskum tíðindasíðum.


Mín tónleikur

Melodiøsur tónleikur, ið kann fevna um fleiri tónleikasløg. Country, lættur poppur, gospel og norðurlendskt, umframt sjálvandi ymiskt føroyskt, er tað, eg mest lurti eftir.


Mítt sosiala netverk (td Facebook)

Fyrst og fremst familja, vinir og kenningar, umframt tey, eg onkursvegna samstarvi við. Havi ein profil og góðar 2.500 »vinir« á Facebook, sum eg mest fái gleði av í arbeiðshøpi. Skilji ikki tey, sum tykjast liva lívið á »gronritinum« frá morgni til myrkurs.


Mín dvd

Plagdi at brúka video, so eg fekk tikið sendingar, filmar og dystir upp, eg skuldi hyggja at seinni. Havi ein dvd-avspælara, sum verður lítið og einki brúktur, tí eg eigi bara onkran dvd við Michael Moore, umframt teir báðar søguligu frá Una Leitisstein Hansen. Rásirnar hjá Televarpinum nøkta vanliga tørvin ríkiliga væl.


Mítt magasin

Plagi at lesa nøkur, ið hava við fotografering at gera, og eg haldi tað svenska Kamera & Bild, men annars geri eg ikki tað nógva við slíkan lestur, tí á internetinum nøktast stórur partur av tí tørvinum.


Mín sjónvarpsrøð

Eingin. Sjónvarpsrøðir eru gjørdar til konufólk – eins og hesir spurningarnir heilt týðiliga eru gjørdir av konufólkum! Hví ikki heldur spyrja, hvørjum ítrótti eg hyggi at í sjónvarpinum?


Mín bók

Einki tekur eina góða svenska krimi, og síðstu tvær vikurnar havi eg um kvøldarnar lisið tær báðar fyrru Millenium-bøkurnar eftir Stieg Larsson – á svenskum, sjálvandi – og eri í holt við ta triðju. Enn eigi eg á at lesa einar 25-30 av bókum mínum eftir Camillu Läckberg, Lizu Marklund og Mari Jungstedt, umframt nakrar eftir íslendska Arnald Indriðason. Annars dámar mær væl siðsøguligar bøkur, so sum sjálvbiografiir.


Mítt útvarp

Ein blanding av Rás 2 og Útvarpinum. Eg havi tinnitus, so tí er deiligt at hava okkurt annað sjóðandi aftanfyri alla tíðina. Morgunsendingarnar eru avgjørt tað frægasta, men annars er hugstoytt at hoyra, hvussu Útvarpið stríðist við at vera alternativ til Rás 2 – og ikki øvugt!


Mín telefon

Ein Tattu TS 500, sum tekur tvey sim-kort, tí eg dagliga brúki tvey telefonnummur. Eg kundi ikki droymt um at havt teldupost og alt møguligt annað í telefonini, tí so hevur tú ongantíð frí. Telefonin verður bara brúkt til samrøður og sms-boð.


Hvat vilt tú ikki brúka tíð uppá?

Fundir!!!


Hvat irriterar teg í miðlunum?

At teir í heilum seta dagsskráir, ið mestsum bara hava til endamáls at rættvísgera, hvørji persónlig sjónarmið fjølmiðlafólkini hava! Og so irriterist eg av vánaligum málburði – bæði í skrift og talu! Ikki minst undrar tað meg, at miðlarnir ikki seta nøkur sum helst málslig krøv til síni starvsfólk. Men tað avspeglar tíverri eisini, at fólkaskúlin neyvan longur er nakar skúli, men ein uppalari av politiskari korrektheit og øllum øðrum enn tí, sum skuldi verið sjálvsagdur grundlærdómur hjá øllum!


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Solosøgur! Allir miðlarnir vevja í alt ov stóran mun í tí sama – við næstan somu vinklum. Eg kundi hugsað mær meira av øllum øðrum enn fiskivinnu, politikki og sponsoreraðum fromasjusøgum. Tað er ov ofta, at eg yppi øksl, tá eg síggi forsíðurnar og yvirskriftirnar, so tí vildi eg eisini ynskt, at hinir miðlarnir tordu líka væl sum Oyggjatíðindi!