Mítt blað - dag og vikublað
Hyggi bara leysliga ígjøgnum tey ókeypis bløðini, ið detta inn um dyrnar.
Mín heimasíða
Um eg vil hava tíðindi, so er tað nokk portal.fo
Mín tónleikur
Lurti eftir rættiliga nógvum ymiskum, men akkurát nú er John Mayer aftur á skránni.
Mítt sosiala netverk
Facebook. Ikki tí at eg eri bitin av tí longur, men har eru tey flestu av mínum vinfólkum, og tónleikavinfólkum.
Mín dvd
Eg hyggi ikki nógv eftir dvd, men haldi at filmurin um The Doors var síðsta dvd, ið var í spælaranum.
Mítt magasin
Modern Drummer
Mín sjónvarpsrøð
Hyggi ikki eftir sjónvarpsrøðum, men tó skal sigast at eg sá einar tríggjar partar av X-factor.
Mín bók
"Endelig ikke ryger". Men har gongur einki serligt. Byrjaði upp á hana fyri trimum mánaðum síðan, og havi bara lisið ein kapittul... og úrslitið er hareftir.
Mítt útvarp
Rás2 og Kvf, upp á skift.
Mín telefon
Ein 4 ára gomul Sony Ericsson w810i, ið bara riggar og hongur saman av gomlum vana.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
Ítrótt...
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Tá skrivað verður um ting, sum ikki hava nakað sum helst uppá seg, sum t.d. at onkur smádrongur hevur sett eld á eina skrellispann í Skúgvi. Hettar vísir samstundis, at vit hava ikki nógv nógv at skriva um, men velja at heldur at skriva um hesi óneyðugu tingini, enn at fara í dýbdina við góðum viðkomandi málum.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Djúptgangandi journalistikki