Miðlarnir og eg - Bergur Rasmussen

Lærarin Bergur Rasmussen elskar "Desperate Housewives" men sløkkjur tá talent-show og reality-sjónvarp er á skránni.

Mítt blað - dag og vikublað

Millum føroysku bløðini royni eg at fordeila sól og vind nøkurlunda líka - plagi at keypa vikuskiftisútgávurnar av báðum bløðunum. Má viðganga, at tað er komið fyri, at Oyggjatíðindi er keypt ... men eg sakni Fregnir!


Mín heimasíða

Havi akkurát fingið mær Portalin aftur sum startsíðu, tí ov illa gekk hjá Kringvarpinum at halda sína síðu ajour. Triðja dagin, høvuðstíðindini vóru, at "Neistin fór avstað við øllum", var líkasum ovboðið hjá manni, sum býr í Vestmana!


Mín tónleikur

Ein vinmaður segði einaferð við meg, at eg ikki klári at dáma ting, fyrr enn tey eru minst 20 ára gomul, tí leiti eg eftir Guns N Roses fyri tíðina - og so fari eg undir Duran Duran og Spandau Ballet.


Mítt sosiala netverk

"Tú kennir ikki fólk fyrr enn tú hevur ballast saman við teimum", verður sagt, men sjálvandi handlar alt ikki um fest og balladu. Las ein stubba á www.information.dk herfyri um, hvussu trupult tað er hjá okkara uppvaksandi ættarliði at knýta bond, sum halda, tí alt snýr seg eftirhondini um fasaduna. Vit stríðast so hart fyri at vera á elektroniskt, at vit gloyma at vera hjá, tá ið fólk er til staðar.


Mín dvd

Hopileyst at svara eintýðugt uppá. Viðhvørt er tað rom-com, viðhvørt søguligt drama, viðhvørt action, men má nokk viðganga, at eg helt Beatles-anthologiina vera dekan ov langa.


Mítt magasin

Blaði altíð gjøgnum MESS. Mær dámdi væl eitt í sínari tíð, sum æt PRESS - tað kemur ikki longur. Tekniseriu-magasinið HEAVY METAL plagdi eg eisini at keypa; men tað er langt í millum at man sær tað í Føroyum (kanska tí ov nógvar av myndunum av hálv- og heilt naknum konufólki eru í so realistiskar?) Plagi at keypa MOJO og UNCUT viðhvørt ...


Mín sjónvarpsrøð

Eg elski "Desperate Housewives" - leggi tó ikki stilt at síggja røðina, um okkurt sosialt (tú veit við veruligum menniskjum) er á skránni.

Brúkti annars part av stilluviku at endursíggja "Against the Wind". Sum barn dámdi mær nokk best "Muppet Show" og so hasa rúmdarseriuna "beam me up, Scottie!"


Mín bók

"Sigursteinurin" - hon er tøk á bókaútsøluni nú ... áá ... meinti tú ikki tann, sum eg sjálvur havi skrivað? Tað eru so nógvar ... lesi alla tíð okkurt.


Mítt útvarp

Fær illa verið annað enn Kringvarpið. Best dámar mær kjaksendingar, har man loyvir sær at fara í dýpdina við fáum evnum heldur enn hesar sendingarnar, har man roynir at fevna um allan heimin og bert hevur 7 og 1/3 minutt til tess!


Mín telefon

Nokia (læraramodellin!) - samanleggilig og tolir tí eitt sindur av hvørjum. Spyr meg ikki, hvat tal hon hevur, men hon var bílig!


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

"Reality"-sjónvarp og talent-show av ymsum slag.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Tað eg kalli "hoppa-stein-av-steini-journalistikkur". Man leypur frá einari "gølu" til ta næstu og hevur slett ikki stundir at viðgera rák og vandar í ánni, man sveimar uppi yvir ... onkuntíð blívir man vátur um tærnar og skrivar eitt sindur um tað, men tá man so dánt aftur hevur fingið turrar bibbur, leypur man aftur eftir næstu lítlu gøluni.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Eitt ella annað stað hava miðlarnir ongantíð verið betri, enn teir eru nú, men samstundis kunnu teir illa blíva verri. Har eru allar sendingarnar, vit ynsktu okkum, tá ið vit vóru yngri. Øll evnini verða viðgjørd, men men men, sjálvandi grenja vit um, at tað burdi, kundi og skuldi verið betri. Ein lærarakollegi fortaldi, at hann fyri pápa sínum (ið var fráfarin lærari), at tað var ov lítið tilfar til. Hin gamli bað sonin halda skarpan og seta seg at gera nakað við tað ... soleiðis er helst eisini í miðlunum ...tíðin er ið hvussu er definitivt farin frá, at føroyingar vilja lesa/hoyra/síggja lort bara tað er á føroyskum ... sama um miðilin eitur prentað bløð, heimasíður, útvarp ella sjónvarp!