Miðlarnir í norðurlendska brennideplinum

Okkurt um 100 miðlafólk – journalistar, redaktørar, tíðindaleiðarar og stjórar – miðlaáhugað og politikarar tóku lut í ráðstevnu á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn í gjár. Evnið var miðlarnir í Norðuratlantshavi – og øvugt.

Ingolf S. Olsen
----
Støðan hjá miðlunum í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og fram við norsku strondini og journalistisku arbeiðsumstøðurnar har vóru í brennideplinum á Ráðstevnuni “Miðlarnir í Norðuratlantshavi – Norðuratlantshavið í miðlunum”, á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn í gjár.
Eitt stórt evni á ráðstevnuni var trupulleikin ella kynstrið at gera gravandi og kritiskan journalistikk í lítlum samfeløgum, har tey flestu kenna hvønn annan.
Meiningarnar vóru ymiskar á ráðstevnuni um, hvussu miðlarnir og journalistarnir best megna avbjóðingina og kysnstrið at gera óheftan og dygdargóðan journalistikk, tó at keldurnar ofta eru grannar, skyldfólk ella vinir hjá journalistunum, ella hesir ofta eisini arbeiða ella hava arbeitt fyri teir persónar, politiskar flokkar ella fyritøkur, teir skulu viðgera.
Onkur helt, at strangar avmarkingar fyri, hvat ein journalistur kann gera við síðuna av sínum arbeiði er rætta amboðið, meðan onnur halda, at ein opin og erlig vørumerking – ein almenn upplisting av veruligum, møguligum og hugsandi áhugamálum hjá journalistunum – er best gongda leiðin.
Evnið var tvíbýtt – “Miðlarnir í Norðuratlantshavi – Norðuratlantshavið í miðlunum” – og hin parturin varð serliga viðgjørdur í byrjanini av ráðstevnuni, tá bretski granskarin og geopolitiski serfrøðingurin Charles Emmerson frá altjóða viðurkenda hugbankanum Chatham House í London greiddi frá, hvat økini í Norðuratlantshavi – serliga arktiska økið – kunnu gera fyri sjálvi at ávirka tíðindaflutningin úr økjunum til restina av heiminum.
Økini skulu sjálvi skapa ta myndina, sum tey ynskja, at umhemurin við hava av teimum, var hansara høvuðsboðskapur.
Tað er NORA, økissamstarvsnevndin undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið skipar fyri ráðstevnuni.