Miðlarnir fylgdu við í GBOB

Føroyski miðlaheimurin gjørdi nógv burtur úr GBOB og var væl umboðaður á finaluni í London. Føroyski fyriskiparin helt hetta vera sera flott.

GBOB
 
Føroysku fjølmiðlarnir vóru væl umboðaðir í London, tá Marius luttóku í finaluni í The Global Battle Of The Bands. Einans Filipininar høvdu nøkurlunda líka góða fjølmiðla luttøku. Umframt Sosialin og Planet.fo var Dimmalætting og Kringvarpið í London. Kringvarpið var umboðað av bæði sjónvarpi og útvarpi. Sjónvarpið hevði tveir mans við í London. Tróndur Vatnhamar og Thomas Koba runnu í hølunum á Marius fá mánadegnum, til teir aftur vóru í Føroyum hósdagin. Hetta verður eftir ætlan ein sending í SVF í komandi viku.
Útvarpið var væl mannað
Elis Poulsen og Kári Sólstein umboðaðu Útvarp Føroya á GBOB. Fólkakæru morgunvertarnir sendu beinleiðis mikukvøldið og prátaðu millum annað við fleiri av føroysku áhoyrarunum. Saman við tøkninginum Hjalmari Hvítklett góvu teir á hendan hátt føroyska útvarpslurtaranum møguleika at fylgja við í, hvussu leikur fór í London. Tíanverri gekst heldur striltið at taka tónleikasignalið niður í Føroyum, og tí noyddust teir báðir at stríðast fyri at fylla sendingina út við nógvum prátum. Men hetta gekk bara heilt væl.
Elis hevur meistarlig evni til at sannføra fólk um, at tey skulu í útvarpið, og hetta gjørdi, at fleiri av teimum eitt sindur ivasomu útisetunum, at enda glaðbeintir komu í útvarpið, hóast tey ikki vildu í byrjanini.
Umframt at senda av GBOB sendu Kári, Elis og Hjalmar morgunsendingina mikudagin og hósdagin úr London, har nógvir føroyskir útisetar vitjaðu í sendingini.
 
Dámar allan tónleik
Eg spurdi Elis, ið best er kendur fyri dansband tónleik, um hvussu tað var at lurta eftir so nógvum rokki so nógvar tímar á rað. Hann lat væl at og segði, at honum dámdi so nógvan ymiskan tónleik, og ofta lurtaði eftir hørðum rokki. Sonur hansara er trummuleikari sum Elis sjálvur og hann lurtar nógv og hart eftir hørðum rokki, so hetta var ikki so óvanligt.
Elis var sum restin av føroyska ferðalagnum sera væl nøgdur við framførsluna hjá Marius. Hann helt tað vera øgiliga stuttligt at síggja, hvussu væl Føroyar kláraðu seg sammett við allar hesar nógvu stóru tjóðir.
Umframt føroysku framførsluna helt hann Feliz No Cumpleanos úr Meksiko vera sera spennandi, og helt sum heild, at hetta var ein frálíkur sýnisgluggi hjá føroyskum tónleiki.
 
Sjónvarpið í hølunum
Mikudagin millum ljóðroyndina og sjálva konsertina var eg ein túr í býnum við limunum í Marius og Sjónvarpsmonnunum. Vit vitjaðu í ymiskum tónleikahandlum í London. Eg prátaði eitt sindur við Trónd Vatnhamar meðan vit gingu í hølunum á Marius. Hann greiddi frá, at teir høvdu fingið góðar stuðlar á sendingina og soleiðis bar hetta til. Hann segði, at teir longu áðrenn konsertina høvdu tikið nógvar tímar av tilfari upp, men teir ætlaðu at klippa tilfarið so skjótt sum tilber, soleiðis at sendingin kann koma í sjónvarpið sum skjótast.
 
Fyriskipari væl nøgdur
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;J?n Tyril&quot;$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ føroyski fyriskiparin av GBOB, segði við Sosialin at hann var sera væl nøgdur við, at føroysku miðlarnir høvdu sýnt tiltakinum so nógvan ans. Hann helt tað vera flott, at eitt so lítið land sum Føroyar var millum best umboðaðu londini á fjølmiðlaøkinum.