Klokkan var illa nokk farin av tíggju í morgun, tá dómur fall í málinum, har Sosialurin, Dimmalætting, Vikublaðið og Útvarpið eru skuldsett fyri brot á rúsdrekkalógina.
Rættarmálið byrjaði klokkan tíggju, og fáar minuttir seinni varð dómur avsagdur og alt var liðugt. Sosialurin, Dimmalætting, Vikublaðið og Útvarpið fingu øll hvør sína bót á 5000 krónur. Haraftrat verður hald lagd á lýsingarinntøkur hjá teimum ákærdu.
Hjá Dimmalætting verður hald lagt á 3.688,96 krónur, Vikublaðnum 4.687,50 krónur, Útvarpinum 3082,50 og hjá Sosialinum verður hald lagt á 1020 krónur.
Hotel Føroyar, sum skipaði fyri tiltakinum, fjølmiðlarnir lýstu við, fekk eina bót á 10.000 krónur.
Í nevndu lýsing stóð millum annað: Føroya fyrst ølfagnaður verður á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 16. september kl. 19.00... Við í prísinum er...Ølsmakking við 25 sløgum av øli... Ókeypis øl alla náttina... Bert dansur og ókeypis øl alla náttina fyri kr. 180,- fyri hvønn, samstundis var eisini ein mynd av einum ølglasi við onkrum í, og eisini vóru ølfløskur aftan fyri í myndini.
Á sjálvum rættarfundinum møtti stjórin fyri Dimmalætting, Hjalgrím Samuelsen og Jan Müller, stjóri á Sosialinum, meðan umboð fyri hinar boðar ákærdu fjølmiðlarnar ikki vóru til staðar.