Miðlarnar oyðiløgdu jarðarferðina

Randy Jackson heldur, at jarðarferðin hjá Michael bleiv oyðiløgd, orsakað av larmi frá tyrlum hjá miðlunum, ið ikki virdu ynskini hjá familjuni. Hóast løgreglan legði ein jarnring kring kirkjugarðin soleiðis, at eingi óviðkomandi skuldu órógva seinastu heilsanina hjá familju og vinunum hjá Jackson, so eydnaðist tað kortini miðlunum at koma heilt tætt at jarðarferðini.

 

Randy Jackson sigur í einum tíðindaskrivi, at hann var sera frustreraður yvir tyrlurnar, ið flugu yvir kirkjugarðin, hóast familjan hevði biðið um frið, til teirra seinastu heilsan til Michael.

 

- Eg bleiv kløkkur undir jarðarferðini og aftur í dag, tá eg sá hvussu væl dekkað jarðarferðin var í sjónvarpinum, skrivar Randi Jackson.

 

Hann heldur fram.

 

-Vit høvdu biðið miðlarnar, um at virða okkara ynski um frið í hesi heilagari stund, og um at geva okkum eina løtu at syrgja. Tíverri valdi fleiri miðlar at hyggja burtur frá okkara ynski. Ikki bert lótu tey tyrlur filma okkara privatu minningarløtu, men tey órógvaðu eisini jarðarferðina, sigur Randy Jackson.

Filmaði sjálvi

Jackson-familjan hevði leigað eitt framleiðslufelag, ið skuldi taka upp, tá ið tey ymisku fólkini komu til jarðarferðina. Restin av minningarhaldinum skuldi ikki verða upptikið á nakran hátt.

 

Michael Jackson doyði 25 juni í ár, av hjartastop í sínum heimi. Í farnu viku kom kanningarliðið á mál við kanningunum, og endaðu harvið allar gitingar um deyðsorsøkir. Tað var staðfest, at Michael Jackson doyði av yvirdosis av tí sterka doyvingarevninum propofol.