Miðlar úr øllum heiminum á G!

Umheimurin vitjar á Gøtusandi komandi dagarnar.

- Í fjør skapti G! Festival yvirskriftir í The Guardian. Í ár koma fjølmiðlar úr øllum heiminum til Føroya at vitja pinkulítla festivalin í Gøtu. Tónleikafestivalurin dregur nú eisini útheimin til sín, skrivar gfestival.com. 

 

 

- Á hvørjum ári kemur ein fjølbroytt samanseting av miðlafólkum, bloggarum og umboðsfólkum úr tónleikavinnuni á vitjan. Tey uppliva og fortelja víðari um allar síðurnar av festivalinum; tónleikin, G! hýrin og serstaku nærveruna í lítlu bygdini, Syðrugøta, siga fyrireikararnir. 

 

 

Í fjør vóru bretska tíðindaritið The Guardian og týski Reeperbahn Festival millum tey, sum vitjaðu saman við eitt nú A&G Synch Music, sum í seinastuni hevur verið við til at menna yrkisleiðina hjá Eivør á enska marknaðinum. Í hesum árinum hevur G! festival ummæltur av CNN og National Geographic.

 

 

- G! Festival hevur sum aðalmál at stuðla ymiskleika, at røra í grýtuni og skapa íblástur til føroyskt tónleikalív. Harafturat er endamálið at skapa samstarv millum ymsu luttakarnar á festivalinum, og ikki minst at skapa nýggj sambond millum tónleik, miðlaheimin og vinnu, skrivar festivalurin. 

 

 

Tað er í morgin, at ársins G! festivalurin fer av bakkastokki við millum annað heimskendu MØ.

 

 

In.fo verður væl við á G! festivalinum og her á síðuni kunnu tit leypandi síggja myndir, samrøður og videobrot frá ársins G! festivali.