Miðlar: Paul Pogba til Barcelona

Ólukkuliga giftarmálið millum José Mourinho og Paul Pogba endar møguliga í næstum

Fleiri altjóða miðlar skriva, at FC Barcelona er í holt við at keypa franska heimsmeistaran, Paul Pogba, úr Manchester United. Tað hevur ikki altíð spælt so væl av millum venjaran hjá Manchester United, José Mourinho, og Paul Pogba.

 

Fleiri miðlar skriva, at umstríddi umboðsmaðurin hjá Paul Pogba, Mino Raiola, hevur boðað frá, at hann ynskir at miðvallarin skiftir til FC Barcelona. Katalanska felagið hava boðið Manchester United um eina hálv milliard krónur, umframt André Gomes og Yerry Mina afturfyri.

 

Tvær av orsøkunum skulu verða, at Mino Raiola ikki er nøgdur við lønin hjá sínum spælara, eftir at Manchester United keypti Alexis Sanchez. Hann fær nakað væl meiri í løn. Hin orsøkin er, at José Mourinho í longri tíð skal hava verið ónøgdur við avrikini hjá langbeinta miðvallaranum.

 

- Eg haldi at eitt HM-endaspæl er eru bestu umstøðurnar, at fáa tað besta frá Paul Pogba. Tá er hann avbyrgdur saman við hópinum í eina mánað, og langt frá øllum, sum kann órógva hann. Ongar lýsingar og ongin ávirkan frá øðrum, segði José Mourinho í summar.

 

Hárfagri miðvallarin, sum fekk altjóða rós fyri síni avrik til HM-endaspælið í Russlandi, har Frakland vann gull, bleiv fyri tveimum árum síðani heimsins dýrasti spælari, tá Manchester United keypti hann fyri yvir 800 milliónir krónur frá Juventus.

 

Premier League byrjar fríggjakvøldið, tá júst Manchester United tekur móti Leicester City. Í ár hava feløgini í Premier League avrátt, at flytingarvindeygað skal lata aftur undan kappingarbyrjan. Skal Manchester United hava spælarar inn, so skal tað verða áðrenn hósdagin seinnapartin.