Skuldi eg svara spurninginum um meg og mínar miðlar, sum ein útvaldur persónur t.d. hvørja viku ger í vikuskiftis Sosialinum, so hevði svarið verið, at Kringvarpið, tær báðar stóru avísirnar, og so ymsir portalar, føroyskir og útlendskir, nøkta mína tíðindaviku. Útboðið er eisini so stórt á netinum, at ein fær vanliga ikki stundir til stórt meira, enn at vitja kendu síðurnar.
Politikkur hevur í stóran mun merkt tíðindini. Kanska í ov stóran mun, tí í mongum førum kundi tykjast, sum vóru miðlafólk á ferð eftir onkrum, sum kortini ikki var har. Og tá kemur bert ein søga burturúr, hóast beinleiðis av staðnum , sum endar við, at meira frættist seinni og bíðast má eftir at vita, hvussu leikur endar.
Eins og mong í mínum aldri, eri eg frá barnsbeini vanur við, at ta løtuna tíðindasendigin í útvarpinum er, verður lurtað, um enn tað er loyvt at røra seg hesa løtuna. Løtan er so at siga sett av til nøkulunda frið og at geva sær stundir at lurta. Kringvarpið er ein høvuðsmiðil í okkara gerandisdegi. Men tíðin, tá útvarpið var tað, ið savnaði familjuna, er farin. Yngru ættarliðini kenna helst lítlar bindingar til Kringvarp Føroya. Hetta er helst partvís ein samfelagsbroyting, sum onki gerst við. Men við øðrum orðum verða lurtarar ikki settir við! Tíðin, tá føroyingar sótu við oyrunum nær lurtitólinum, tá V4 og undirhaldsharkaliðið har var á ferð kring landið við sangi og skemti, er farin. Men hinvegin hoyra vit ikki slíkt longur! Tað, ið kemur longst á hesum stiganum, er kanska Quisturin.
Men rembingarnar í Kringvarpinum seinnu árini tykjast ikki heilt at megna at betra støðuna. Eftir mangar broytingar, neyðugar og óneyðugar, eru tó glottar at hóma í kringvarsskránni, tó tað óivað er langt á mál. Størstu glottarnir eru á dokumentariska økinum, har vit hava sæð og hoyrt góðar sendingar. Somuleiðis við sendingum, ið viðgera ávís evni, og har miðlafólk hava fingið tíð at arbeiða við ávísum evni. Rósast skal, har rós er uppiborið! Men ikki kemst uttanum, at mangar av teim áhugaverdu eru endursendingar, t.d. sendingin um The Beatles.
Men eitt er, ið ikki broytist, kanska serliga í loftmiðlum: føroyska málið. Undantikið tó, at morgunsendingin hevur eina málløtu – sum eg ov sjáldan havi umstøður at hoyra - á 5-10 minuttir einaferð um vikuna. Eg veit at tað ofta verður tikið sum grenj at koma við slíkum, men miðleysi málpolitikkurin er skaðiligur; Tað er hja mongum oyðileggjandi fyri lurtaragleðina, tá t.d. útvarpið støðugt lýsir við skógvaútsølu frá skógvahandlum- tað eitur t.d. skóleistur og skómakari, ikki skógvamakari. At tey t.d. kunnu gleðast um tí løtuna – tá tað er ta løtuna (ta uttan Ð, tí løta er kvennkyn), og at hús har enn brendu í grund, heldur enn brunnu. Dømini er mong. Helst eru tey málkønu so smátt við at fækkast í Kringvarpinum. Ikki at hinir miðlarnir ikki eisini hava málvillur, men alment Kringvarp eigur at ganga á odda, og er enn so mikið í oddinum í mentanarligu og málsligu uppalingini, at her eigur at gerast okkurt. Málsliga málleysu miðlarnir eiga at fáa hjálp, um tað kann betra málsligu dygdina.