Danir brúka sjónvarp, útvarp og bløð til at fylgja við og gerast klókari, men sanniliga eisini fyri at sleppa undan at keða seg, sigur Dennis Christensen, miðlagranskari og leiðari av DR Medieforskning við Kristeliga Dagblaðið. Hann er eisini ein av høvdunum í rapportini "Miðlaútviklingin 2018", sum kemur út seinni í januar, og sum greinar støðuna hjá danskarum í mun til miðlar.
Rapportin sigur millum annað, at danir í 2018 brúkti miðlar í miðal sjey tímar og 16 minuttir um dagin. Tað vil siga eitt vet minni enn ein fullan arbeiðsdag. Og hóast tað ljóðar av nógvum, so er tað í veruleikanum minni enn tá tað var hægst í 2016, sjey tímar og 49 minuttir.
- Tað er framvegis long tíð, vit brúka upp á miðlarnar, og í veruleikanum liggur samlaða miðlanýtslaa í rímiliga fastari legu. Vit menniskju hava ikki broytt okkum, og okkara ynski um at blíva undirhildið av miðlunum er heldur stabilt. Men tøknin kemur altíð við onkrum nýggjum møguleikum, sum skapa broytingar í okkara vanum, sigur Dennis Christensen við Kristeliga Dagblaðið.
Mest markanta broytingin av miðlanýtslu í Danmark hesi seinastu árini er ikki, hvussu nógva tíð og orku fólk brúka upp á miðlar - sjónvarp ella stroyming, útvarp ella podcast, klassiskar avísir ella nettíðindi. Heldur er broytingin, at miðlanýtslan er blivin meira kroyst saman. Danir - ung sum eldri - flyta seg alsamt meira tann vegin, at eingin løta í degnum má fara við, at man keðir seg.
- Tann atferðin vit høvdu fyri 20 árum síðani, tá ið fólk sappaðu millum kanalir í sjónvarpinum, er áveg aftur í aftur. Vit stroyma tað vit vilja síggja, og hendan sappara atferðin stendur sterk enn, nú er tað bara á telefonini vit gera tað, sigur hann.
Til dømis eru tveir stórir miðlarisar, sum hava tikið nógva tíð hjá dønum seinastu árini - Netflix og Youtube.
- Netflix hevur eitt støðugt tilboð um filmar og sendirøðir. Tey hava tó ikki nógv, sum varðar minni enn 20 minuttir. Men nú, tá vit vilja undirhaldast av miðlum, óansæð hvar vit eru og hvussu nógva tíð vit hava, er tað eisini tørvur á miðlum, sum kunnu brúkast, um vit líka hava ein minutt á busstopstaðnum ella í køini í handlunum. Her er tørvur á øðrum miðlum, til dømis Facebook, Snapchat ella YouTube, sigur hann.
Hann vil ikki gera seg til moralskan dómara fyri, um tað er gott ella ringt, at tað er so. Hann staðfestir bara, at tað er broytt.
- Í gomlum døgum stóð man í kagaði út í luftina og keddi seg. Tað ger man so minni av í dag, tí man letur seg undirhalda av miðlum, óansæð hvar man er. Men miðlarnir taka also ikki meira av okkara tíð í 2018 enn teir hava gjørt frammanundan, sigur miðlagranskarin.