Tað er bara ein trupulleiki – sært tú tað á myndini?
Rumenskir miðlar skriva, at føroyski landsliðsspælarin í Dinamo Bukarest, Kaj Leo í Bartalsstovu, gongur ótrúgvur móti damuni Martu Hansen.
Her sæst rumenska greinin við sjónbandabroti
Hetta verður tunt undirbygt við eini mynd av Kaj Leo í Bartalsstovu og ljóshærdu Martu Hansen, umframt einum sjónbandabroti, har gøtumaðurin fylgist við eini myrkhærdari gentu í gøtunum í Bukarest.
Tað er bara ein risa trupulleiki við greinini. Talan er um somu Martu Hansen á báðum myndunum. Hon hevur bara litað sær hárið!
- Ja, eg kann staðfesta at hatta er daman hjá mær, Marta Hansen, sum er á báðum myndunum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu brosandi úr Rumenia.
Rumenskir miðlar klára simpulthen ikki síggja, at talan er um sama persón á báðum myndnum. Hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu ella Marta Hansen leggja tó nógv í slatursøgurnar.
- Nei, vit flenna bara eftir hesum, men tað er hugvekjandi at slíkt kann koma fram í miðlunum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Dinamo Bukarest er eitt av tveimum teimum stóru feløgunum í Bukarest, sum er høvðusstaðurin í Rumenia. Kaj Leo í Bartalsstovu skifti fyrr í ár sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð til rumenskan fótbólt.