Miðlar: Jóan Símun verður møguliga seldur

Týskir miðlar skriva, at tíðin hjá Jóan Símuni Edmyndssyni í Arminia Bielefeld møguliga er komin at enda

Tað hevur ikki verið nógv at sæð til Jóan Símun Edmundsson í Arminia Bielefeld, síðani fyrstu umførini í Bundesliguni. Føroyski landsliðsspælarin hevur drigist við ein knæskaða, sum nú hevur kostað honum plássið.

Týski miðilin – ligainsider.de – skrivar at venjarin hjá Arminia Bielefeld, Uwe Neuhaus, ikki hevur Jóan Símun Edmundsson í sínum tonkum til framtíðina, tí hann hevur nevnt at 29 ára gamli toftamaðurin hevur ávísar avbjóðingar, uttan at koma nærri inn á tað.

Venjarin hevur hevur sambært ligainsider.de eisini sagt, at tað snýr seg um at vísa seg fram til venjing og klára venjingarmongdina, og at tað hevur Jóan Símun Edmundsson ikki klárað á hesum sinni.

Miðilin siterar eisini ítróttarstjóran, Samir Arabi, sum hevur sagt við Kicker, at tað eru fleiri feløg, ið hava víst stóran áhuga fyri føroyska landsliðsspælaranum. Jóan Símun Edmundsson hevur annars prógvað, at hann kann avgera dystir í Bundesliguni.

Longu í øðrum umfari kom hann á vøllin fyri fyrstu ferð, og stutt seinni skoraði hann avgerandi málið í 1-0 sigrinum á FC Køln. Síðani 6. umfar hevur hann bara verið í 20-mans hópinum einaferð. Tað var í 12. umfari móti FC Augsburg.

Høvðuspersónurin hevur onga viðmekring til støðuna. Sáttmálin millum Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson gongur út á summri 2021. Tí kann toftamaðurin byrja at samráðast við onnur feløg eftir ársskiftið.