Fríggjadagin varð ein nýggj træbrúgv tikin í brúk á Kongabrúnni í Havn. Hetta varð markerað við hátíðarhaldi, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri. Hátíðarhaldið var ikki meira enn liðugt, so komu heili tríggjar røður sendandi til miðlarnar. Borgarstjórin hevði hildið røðu, og sjálvandi skuldi formaðurin í havnarnevndini siga okkurt – og ikki at gloyma formannin í byggi- og býarskipanarnevndini. Og alt hetta skuldu miðlarnir bera víðari til fólkið – tað var jú ein stórhending mitt í einum valári. Og tríggjar røður um eina træbrúgv er akkurát tað, sum fólkið hevur brúk fyri!
Vit spyrja bara, hvar er miðlaráðgevin hjá Tórshavnar kommunu í øllum hesum. Er tað ikki nú, at hann skal skriva til politikararnar og biða teir stýra sær – og taka røðurnar aftur...