- Upplivingar eru bara so stórar sum tey, tú upplivir tær saman við.
Songkvinnan Tina Dickow (Bókin Den Der Vover Livet)
- Tú skalt hava eina góð søgu, og eg minnist ikki longur, um tað er nakað, sum omma mín ella eg upplivdi, men eg fortelji søguna, sum var tað nakað, eg havi upplivað.
Danski presturin Johannes Møllehave um at læna og pynta uppá persónligar søgur (BT)
- Landsstýrisfólkini vita sum oftast, hvat tey gera
Løgmaður um, at landsstýrisfólkini ikki altíð kenna avleiðingarnar av sínum sparingum (Rás2)
- Konan hevur ongantíð beinleiðis sagt, at eg var ov tjúkkur, men hon helt, at eg skuldi ansa eftir, at eg ikki sprongdist.
Tore Halvorsen, sangari í Ole Ivars, hevur tapt seg 16 kilo, men syngur framvegis “Nei sa tjukk du har blitt” (VG)
- Eg eri fyrireikaður upp á tað ringasta.
Gittarspælarin Ronnie Wood um nýggju ævisøguna hjá Keith Richards, sum hann hevur spælt saman við í Rolling Stones (KvallsPosten)
- Ja
Songkvinnan Katy Perry, tá ið hon á einum gistingarhúsi í India varð spurd, um hon vildi giftast við skemtaranum Russel Brand
SAGT Á FACEBOOK:
Man hevur nú funnið út av, at fiti ikki kemur av ov lítlari rørslu og ov nógvum áti. Trupulleikin stendst av einum bygningsfeili: Ov stórum kjafti og ov lítlum reyvarholi! Niðurstøðan: Jú klænri tú ert, jú størri reyvarhol!
Kvinna, 40 ár
Soleiðis viðmerkti 7-ára gamli Samuel kjakið um innvandrarar: "Mín besti kammeratur er innvandrari, men eg haldi ikki, hann veit av tí. Eg havi so íhvørtfall ikki sagt nakað."
Maður, 40 ár
Synirnir klandrast um at vaska gólvið. Vísur av royndum veit eg, at áhugin tíanverri minkar við árunum.
Maður 35 ár
Vit burdu havt eina ferju, sum æt VÁR, so kundu fólk spurt: "Man VÁR RULLA?"
Maður, 40 ár
Uppmerksomheit, potentiali og slappa av - hvussu sigur man tað á føroyskum ?
Kvinna, 42 ár











