Miðlahúsið varð stúgvandi fult ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, tá ikki færri enn fýra konsertir vóru á skránni. Har var Uni Arge við sínum sermerktu songum, har vóru Lív Næs og Niels Midjord, sum á teirra serstaka og inniliga hátt bóru fram sínar sangir, har vóru Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen, sum rúnarbundu lurtararnar og loksins varð har Martin Joensen, sum bergtók við sínum kendu løgum.
Umframt konsertirnar bjóðaði Miðlahúsið eisini ólavsøkugestunum tvær framsýningar, eina við tekningum hjá Óla P og eina við myndum, sum Álvur Haraldsen tók á Oyggjaleikunum á Álandi. Harumframt varð filmurin Føroyar Søgur 2 vístur.
Jan Müller, forstjóri í Miðlahúsinum sigur seg vera sera væl nøgdan við móttøkuna tey ymsu tiltøkini fingu. –Tað vísir seg, at fólki dáma at vitja tiltøkini, sum vit skipa fyri og eisini bara tað at síggja hetta gamla og snotuliga húsið, sum í dag er meira enn bara skrivstovur men heldur eitt nútímans og livandi Miðlahús. Tað kunnu vit bara gleðast um. At umhvørvið rundan um Miðlahúsið eisini dregur fólk til sín, her bæði til handanina av Listavirðisløn Miðlahúsins og til stóra konsert- og røðutiltakið ólavsøkukvøld, kunnu vit bara fegnast enn meira um. Jan Müller leggur aftrat, at tað longu nú verður arbeitt við eini nýggjari og spennandi skrá til komandi ólavsøkuna í 2010.