Miðlahúsið læt málning

Starvsfólkini á Sosialinum, Rás2 og á Portalinum hava seinastu tíðina málað ein málning, sum í gjár varð latin Krabbameinsfelagnum sum gávu í sambandi við stóru innsavningina, sum felagið skipar fyri leygardagin

Gáva

Í gjár handaði Birgir W. Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2, Krabbameinsfelagnum ein stóran málning, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum í Vágsbotni hava málað í felag.
Løriftið hevur staðið frammi á ovastalofti í Miðlahúsinum, og har hava so starvsfólkini á Sosialinum, Rás2 og Portalinum gingið og strokið eftir ”dúkinum”, síðan at enda er vorðin til tað, hann er.
Tað var formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sum saman við Jansy Gaardlykke, dagliga leiðara felagsins, sum tóku ímóti málninginum.
Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum takkar felagið fyri málningin, sum tey hava gjørt av at selja á uppboði.
- Tey, ið vilja bjóða upp á málningin, kunnu senda sms til nummar 1940 og skriva mal og síðani upphæddina, t.d. mal1000, sigur felagið á síni heimasíðu.
Í skrivi, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum hava lagt við gávuni, siga tey, at málningurin í fyrsta lagi ímyndar tær tríggjar súlurnar undir tí gamla føroyska samfelagnum, 1. Bátin/ neystið (tað, sum havið gevur), 2. Mamma og barn (familjuna) og 3. Kúgv/ kálv (mjólk/ kjøt).
- Málningurin ímyndar eisini kvinnu, sum er rakt av sjúku og skiftandi tankar hennara, siga tey.
Lagt verður aftrat, at heldur ikki Føroyar sluppu undan einum gerandisdegi, har tað hevur sín prís at vera menniskja – tað at vera til og at skula lívbjarga sær.
- Málningurin ímyndar eisini bløðandi sálir, tá fólk fórust á havinum ella til bjarga.
At enda vísa starvsfólkini í Miðlahúsinum á, at sjúkum sleppa vit heldur ikki undan.
- Tær krøkja seg í okkum, og tá kann mannasálin gerst tung, har vit viðhvørt eru dapurskygd og viðhvørt bartskygd, sól og myrkur, hvørt um annað, verður sagt í fylgiskjalinum til málningin, sum nú verður seldur á uppboði.