Miðlahúsið klárt til ársins Planet

Í løtuni streyma fólk inn í Miðlahúsið í Vágsbotni í Havn, har afturvendandi Planet Awards tiltakið er á skránni í kvøld Á skránni verða virðislønarhandanir og nógvur live-tónleikur. Í sambandi við tiltakið sendir Rás 2 live frá øllum tiltakinum. Vertir har eru Stefan í Skorini, Eyðun Klakkstein og Eydna Skaale.