ÍSF og Miðlafelagið skrivaðu í gjár undir avtalu, sum gevur Miðlafelagnum rætt at senda upptøkur frá lands-, steypa- og FM-kappingum og itróttartiltøkum. Miðlafelagið er felagið, ið eigur tveir triðingar av Sosialinum. Í fyrsta umfari kemur avtalan at fevna um heimasíðurnar www.portal.fo og www.sportal.fo, har Sosialurin og Føroya Tele hava samstarv um tíðindaflutningin. Soleiðis verður frameftir møguleilki at síggja video-klipp frá ítróttarhendingum og ítróttartíðindi annars á hesum heimasíðum.










