Føroya Tele og Miðlafelagið hava skrivað undir avtalu, sum ger Miðlafelagið til einsamallan eigara av Sosialinum P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga, keypti fyri tveimum árum síðani allan partapeningin í Sp/F Sosialinum og Sp/f Húsinum, sum eru feløgini handan Miðlahúsið og Sosialin frá Javnaðarflokkinum, og seldi síðani 34% av fyritøkunum til Føroya Tele, sum Sosialurin eisini undan hesum samstarvaði við.
- Samstarvið við Føroya Tele hevur riggað sera væl, og samstarvið um portalin heldur fram. Føroya Tele metir ikki, at ein aktivur eigaraskapur hevur avgerandi týdning fyri samstarvið, og við teimum fortreytunum var tað upplagt, at vit fóru í samráðingar við Føroya Tele um at keypa seinastu 34% av fyritøkunum, sigur Jan Müller, forstjóri í Sosialinum.
- Sosialurin er ein spennandi miðlafyritøka, sum hevur ment seg nógv. Men vit mugu ásanna, at fyritøkan ikki er partur av kjarnuøkjunum hjá okkum, og tí er tað ikki eitt endamál í sjálvum sær at eiga í fyritøkuni. Men sum ein framtíðar KST-fyritøka er tað týdningarmikið hjá Føroya Tele at hava samstarv við eina miðlafyritøku, sigur Kristian Davidsen.
Samtakið, sum Miðlafelagið fevnir um, eru Sp/f Sosialurin, Sp/f Húsið sum eigur part í Prentmiðstøðini og P/F Miðlavarpið, sum rekur Rás2. Samtakið rekur fjølmiðlavirksemi á fleiri miðlapallum. Herundir blaðútgávu, útvarp og netmiðlar.










