Miðjan møtist á Argjum

AB roynir seg fyri aðru ferð í bestu mansdeildini, men í mun til fyrru ferðina, hevur væl ligið fyri. Við sigrum á eitt nú NSÍ og B36, hevur AB longu fingið 15 stig ? alt kappingarárið í 2007 fekk AB 17 stig!

 

Somuleiðis hevur B68 gjørt væl vart við seg, og líkt er til, at liðið framvegis megnar at ríða á bylgjuni, tað setti seg á seinna helming av kappingini í fjør. B68 hevur higartil fingið 16 stig og er nummar fimm.

 

Í dag er stórur AB-dagur við breiðari og víðfevndari skrá, so neyvan fáast betur karmar um ein dyst inni í Vika, enn tað sama.

 

Dysturin millum AB og B68 á Argjum í kvøld byrjar klokkan 18, og sagt verður beinleiðis frá honum á Rás 2.