Miðja eftir kommunalari útjavning á nýggjárunum

Gongur eftir ætlan, er trúligt, at ein skipan við útjavning ímillum tær føroysku kommunurnar verður sett í verk frá 1. januar 2010, sigur Jóannes Eidesgaard Samgongan arbeiðir framvegis við eini ætlan um eina kommunala útjavning.

Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ið Karsten Hansen, løgtingsmaður, fregnaðist um hetta í Løgtinginum.

Hann segði, at tað er trúligt, at eitt uppskot um eina útjavningarskipan verður sett í verk frá á nýggjárinum.

Í hesum sambandi nevndi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at útjaðarin er ógvuliga viðbrekin og tí mugu tær inntøkur, sum eru felags fyri alt landið, eisini koma øllum landinum til góða.

Sum dømi um hetta nevndi hann, at allur innflutningur til Føroya verður skipaðu upp í Havnini og tað gevur Tórshavnar Havn inntøkur, sum fleiri havnir í Føroyum høvdu fyrr og sum skapti nógvar inntøkur og nógv arbeiði kring um í landinum.

- Tað eru viðurskifti, sum hesi, at ein kommunal útjavning skal leggja upp fyri, umframt tey almennu arbeiðspláss sum eru í Havn, men sum veita tænastur til alt landið sum t.d. Almannastovan

- Kortini legði hann eisini dent á, at talan verður ikki um hundraðtals milliónir, sum skulu útjavnast ímillum kommunur og tí ávaraði hann ímóti at uppfata eina útjavningarskipan sum ta stóru bjargingina hjá útjaðaranum.

- Tað eru munandi minni upphæddir og tað skal meiri enn so til at bjarga kommunum, sum eru illa fyri, legði hann afturat.

Havnin hevur ein serliga støðu, tí hon er høvuðsstaður. Í eini slíkari skpan, verður eisini neyðugt at leggja upp fyri, at nógv avbygdafólk arbeiða í Havn, men betala skatt í heimbygdin.