Seinastu 14 árini eru almennu útreiðslurnar til sjálva miðfyristingina hjá teimum ymsu landstýrisfólkunum bólgnað til tað trýfaldaða av tí, hon var. Tað vísir ein uppgerð, sum er gjørd, nú Tjóðveldi hevur skotið upp at seta nevnd at endurskoða almenna bygnaðin við teimum ymsu aðalráðunum.
Fleiri røddir hava verið frammi um, at almenna miðfyristingin er sloppin at bólgnað fyrilitarleyst og ein uppgerð yvir støðuna vísir, at síðani 1997 eru útreiðslurnar til miðfyrisitingina í veruleikanum trýfaldaðar.
Í 1997 kostaði sjálv miðfyrisitingin 45,9 milliónir tilsamans, men nú kostar hon heilar 137,5 milliónir.
Serliga hevur uttanríkisráðið staðið fyri skotum, tá ið tosað hevur verið um at spara hjá tí almenna. Uppgerðin vísir eisini, at í dag er uttanríkisráðið nógv tað dýrasta málsøki av øllum. og tað fer nú einsamalt við næstan við einum triðingi av tí, sum øll miðfyrisitingin annars kostar tilsamans.
Uppgerðin vísir, at í 1997 kostaði uttanríkisráðið slaka 1,9 millión at umsita, men í dag kostar tað slakar 42 milliónir. Í hesum sama tíðarskeiði er løgmansskrivstovan blivin 2,6 milliónir bíligari at reka, men ein orsøk er, at nógv málsøki eru seinastu árini flutt frá løgmanni yvir til landsstýrismannin í uttanríkismálum. Í 1997 kostaði løgmansskrivstovan 10,9 milliónir at reka og nú kostar hon 8,3.
Annars hevur gongdin verið tann í teimum ymsu ráðunum síðani 1997, at umsitingin av innlendismálaráðnum er dýrkað úr 5,5 milliónum, upp í 14,1 millión. Umsitingin av mentamálaráðnum er dýrkað úr 12,8 milliónum upp á 17,8 og fiskimálaráðið er dýrkað úr 4,6 upp í 14,7 milliónir at umsita. Umsitingin av vinnumálaráðnum er dýrkað úr 4,1 millión, upp í 11 milliónir og fíggjarmálaráðið er dýrkað úr 3,8 upp í 8,2 milliónir at umsita.