Í tíðindasending hjá útvarpinum hevði útvarpsmaður eina viðmerking um ætlaninar hjá Javnaðarflokkinum fyri eini betri, meiri effektivari og smidligari miðfyrisiting. Hetta var ikki ein journalistisk frágreiðing um innihald og høvuðsendamál í ætlanini, men heldur ein polemisk viðmerking um lønar- og setanarviðurskifti hjá aðalstjórunum.
Eftir útvarpssendinigina hava fleiri fregnast eftir, hvat uppskot Javnaðarfloksins í veruleikanum snýr seg um.
Samanhangandi miðfyrisiting
Høvuðsendamálið við okkara ætlan er at betra miðfyrisitingina. Betri at gagnnýta ta orku og ta vitan, sum finst hjá mongu dugnaligu og ágrýtnu starvsfólkunum í miðfyrisitingini.
Vit vísa á, at tann ovurstóri útreiðsluvøksturin ið hevur verið seinastu 5, árini ikki í nóg stóran mun sæst aftur í betri tænastu, størri rættartrygd ella meira effektivari miðfyrisiting.
Ein av stóru trupulleikunum er at vit hava fingið 9 smá "landsstýri", har samstarv og samskipan vantar. Fyri ein stóran part er hesin vøkstur úrslit av handlum í samband við at skipa samgongur.
Vit halda at bygnaðurin í miðfyrisitngini ikki kann verða stýrdur av tilvildarligum broytingum í samgongusamansetingum, men má lagast eftir, hvat er best fyri føroyska samfelagið.
Tí skjóta vit upp, at málsøki, sum natúrliga hoyra saman, eisini verða fyrisitin av sama ráð, t.d. at øll kommersiell vinna - annahvørt tað er á sjógvi ella á landi - hevur eina felags fyrisiting. Somuleiðis skjóta vit upp, at øll innlendismál verða fyrisitin av einum Innlendis- og lógarmálaráð.
Niðurstøðan er, at tað er hóskiligt at hava 6 aðalráð. Sí yvirlit.
Tørvur á dubbing
Øll, sum kenna til viðurskiftini í miðfyrisitingini vita, at stóri útreiðsluvøksturin ikki í nóg stóran mun sæst aftur í dygd. Framvegis er so, at einstøku ráðini hava ov lítla orku á týðandi økjum. Við verandi skipan er framvegis tørvur á nógv størri játtanum. Flestu ráðini eru alt ov illa mannað, tá tað snýr seg um t.d. lógar- og KT serfrøði. Men við at minka talið av ráðum verða einstøku ráðini betri før fyri at fremja tær uppgávur teimum er álagt. Og á sama hátt fer ein betri samskipan millum ráðini at økja dygdina.
Hurðarnar upp
Fyri at gera samskifti við borgaran meira effektivt og smidligt, skjóta vit upp, at ein samskiftis- og kunningardiskur verður gjørdur. Hesin skal kunna taka sær av fyrsta samskiftinum - veita vegleiðing og tryggja, at fyrispurningur ella mál fær røttu viðgerð. Eisini skal hesin diskur vegleiða um kærumølugleikar, um ein borgari kennir seg órættvíst viðfarnan.
Endamálið er at røkka eini miðfyristing, sum ikki veksur so skjótt sum samfelagsbúskapurin annars - á henda hátt fáa vit eina fyrisiting, sum í longdini verður lutfalsliga bíligari, samstundis sum hon verður betri og meira effektiv.
Tey 6 aðalráðini:
<sum$?$end$!$Løgmannsfyrisitingin
samskipar landsstýrisarbeiðið og umsitur uttanlandsmál.
Við hesum verða uttanlandsmál aftur málsøki hjá løgmanni
<sum$?$end$!$Fíggjarmálaráð
umsitur vanlig fíggjar- og peningamál umframt starvsfólkamál
<sum$?$end$!$Innlendismálaráð
hevur ábyrgd av kommunumálum, lógarmálum, landsstovnum so sum strandferðslu og bygdarleiðum, postverki, samskifti og umhvørvi.
Undir innlendismálaráðið verða sostatt lagdir almennir stovnar, sum higartil hava verið umsitnir av vinnumálaráðnum, eins og umhvørvismál, ið hevur verið málsøki í oljumálaráðnum. Vaktar- og bjargingartænasta verður somuleiðis ábyrgdarøki í Innlendismálaráðnum.
<sum$?$end$!$Vinnumálaráð
umsitur alla kommersiella vinnu á sjógvi og landi, alivinnu, oljuvinnu, handverk og ídnað, landbúnað, orku o.s.fr.
Higartil hevur vinnan á sjógvi - uttan alingin - verið umsitin í Fiskimálaráðnum, meðan vinnan á landið er umsitin í Vinnumálaráðnum. Javnaðarflokkurin vil gera hesi bæði ráð til eitt, sum umsitir øll vinnumál.
<sum$?$end$!$Almanna- og heilsumálaráð
umsitur almannalóggávuna, almannastovuna, primeru heilsutænastuna, serforsorg, heimarøkt, sjúkrahúsverkið, apoteksverkið.
Sostatt verða Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið aftur løgd saman í eitt ráð.
<sum$?$end$!$Mentamálaráð
umsitur kirkju, útbúgving, gransking og mentamál annars