Brot úr samrøðu í Sosialinum í dag. Les meira í blaðnum, sum er í postkassum kring landið í morgin.
Miðflokkurin hevur boðað samgonguni frá, at flokkurin ikki meira vil samráðast um nýggja fiskivinnuskipan, uttan so at flokkurin gerst partur av samgonguni
Onki røkist fyri, at tað finst ein breið semja um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Miðflokkurin hevur boðað Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum frá, at flokkurin ikki longur ynskir at vera ein partur av samráðingunum um nýggja fiskivinnuskipan.
Hetta hevur flokkurin gjørt, tí hann ikki trýr upp, at tað ber til at gera eina breiða semju.
-Vit hava sagt, at skulu vit verða partur av einari semju um fiskivinnunýskipanina, so skulu vit fyrst gerast ein partur av samgonguni, sigur Bill Justinussen, Miðflokkurin.










